Stórdystur er í Premier League í kvøld, har nógv er uppá spæl hjá báðum liðum: Manchester City jagstrar oddaliðið, og Tottenham stríðist fyri Champions League-plássi.
Heimaliðið hevur átta stig upp til oddaliðið, og hóast Pep Guardiola eftir ósigurin í grannauppgerðini leygardagin segði, at "hann einki legði í Premier League meira", og at "meistaraheitið var farið", so er nógv eftir av kappingini og meistararnir seinastu tvey árini hava tveir innahýsis dystir móti Arsenal.
Tað er í løtuni ein munur á átta stig, og tískil hevur City ikki ráð at snávað ofta afturat. Tottenham hevur ein ringan vana við at koma afturum og at spæla heldur illa í 1. hálvleiki í dystum, men liðið hjá Antonie Conte er ikki altíð so at syfta og hevur góðsku í serliga álopskenda spælinum, ið skaðadarvaða City-verjan kann fáa trupulleikar við.
Í síðstu viku varð City sligið út av Carabao Cup og tapt í grannauppgerðini móti Manhcester United. Guardiola tykist at vera í døpurhuga - lið hansara hevði samanlagt bert eitt skot á mál í hesum báðum dystunum (Mynd: EPA)
Tottenham tapti eisini grannauppgerð í vikuskiftinum, men tað er ikki Arsenal, ið Kane og hinir jagstra. Tað er Champions League-pláss, og í løtuni eru fimm stig 4. plássið, ið gevur atgongd til hetta. Newcastle liggur har, og United og City eru eitt stig frammanfyri Newcastle. Har er vert at nevna, at Manchester United hevur ein dyst fleiri enn hini og misti sigurin í yvirtíðini á Selhurst Park í gjárkvøldið.
Tottenham hevur fleiri ferðir seinastu árini argað City, og spurningurin er so, um liðið úr London í kvøld kann gera nakað á útivølli móti meistarunum. Bæði liðini hava málfarligar harrar - serliga Harry Kane og Erling Haaland - men Haaland hevur ikki skorað í sínum seinastu trimum dystum, ið er nógv fyri norska toppskjúttan í Premier League.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 20 og kann síggjast á TV3 + og Viaplay.
Premier League - útsettir frá 7. umfar
Í dag, hósdagin 19. januar
20.00: Manchester City - Tottenham
Í gjár, mikudagin 18. januar
Crystal Palace - Manchester United 1-1 (0-1)
44' Bruno Fernandes 0-1
90 (+1)' Micheal Olise 1-1
Støðan í oddinum:
1. Arsenal 47 stig (18 dystir)
2. Manchester City 39 stig (18 dystir)
3. Manchester United 39 stig (19 dystir)
4. Newcastle 38 stig (19 dystir)
5. Tottenham 33 stig (19 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald