Fótbóltur

Crystal Palace steðgaði sigursrøðini hjá Manchester United

United misti leiðsluna í yvirtíðini á Selhurst Park, tá Micheal Olise javnaði við frálíkum frísparki. Næsta uppgáva hjá United er eisini í London - móti oddaliðnum Arsenal sunnudagin - og tað verður uttan Casemiro.

Bólturin fór umvegis yvirleggjaran í málið - De Gea rakk ikki yvir og upp til bóltin áðrenn (Mynd: EPA)

Bólturin fór umvegis yvirleggjaran í málið - De Gea rakk ikki yvir og upp til bóltin áðrenn (Mynd: EPA)

2023-01-19 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins skjótt sum Manchester United hevði partvíst vunnið seg inn í. og partvíst varð tosað inn í, stríðið um meistaraheitið, misti liðið eitt stórt fet í tí. Liðið hjá Erik ten Hag var á vitjan á Selhurst Park í gjárkvøldið til útsettan dyst, har nýggi áleyparin Wout Weghorst fekk møguleikan frá byrjan, og har sat útiliðið á spælinum í fyrra hálvleiki.

Crystal Palace hevði tó ein góðan málmøguleika, tá Edouard smekkaði til, men David De Gea bjargaði væl. Hetta var stutt fyri hálvleik, og tað sá tí út at fara at vera málleyst í steðginum, men so fór United í álop. Rashford fann Eriksen í brotsteignum, danin legði útfrá til Bruno Fernandes, ið eftir eina temjing smekkaði bóltin í Crystal Palace-málið.

Hetta sá út til at vera nóg mikið hjá United, men heimaliðið lá meira framvið eftir steðgin, og beint áðrenn yvirtíðin byrjaði fekk Palace fríspark nakað til høgru stutt uttanfyri brotsteigin. Tí tók 21-ára gamli Micheal Olise sær av, og miðvallarin smekkaði bóltin umvegis yvirleggjaran í United-málið til 1-1. Vakra frísparksmálið sæst úr ymiskum vinklum niðanfyri.



Hetta var stórur smeitur hjá ten Hag og hansara monnum, ið við einum sigri høvdu verið seks stig aftanfyri Arsenal áðrenn innanhýsis dystin á Emirates sunnudagin. Fyri at gera ilt verri fekk Casemiro gult kort tíggju minuttir fyri leiklok. Tað var tað fimta hjá brasilianska miðvillaranum í kappingarárinum, og harvið hevur hann leikbann sunnudagin. Casemiro hevur verið ógvuliga umráðandi hjá United seinastu mánaðirnar og í góðu gongdini í seinastuni: Áðrenn hendan dystin hevði Manchester United vunnið átta dystir á rað í øllum kappingum og fimm í Premier League. Hetta fekk Palace, ið er á 12. plássið, støðgað.

Ein dystur verður í kvøld. Hann er á Etihad í Manchester, har Tottenham vitjar. City er á 2. plássið og jagstrar Arsenal. Tottenham er nummar fimm og hevur fimm stig upp til Champions League pláss.

Premier League - útsettir frá 7. umfar
Í gjár, mikudagin 18. januar  
Crystal Palace - Manchester United 1-1 (0-1)
44' Bruno Fernandes 0-1
90 (+1)' Micheal Olise 1-1

Í dag, hósdagin 19. januar
20.00: Manchester City - Tottenham


Støðan í oddinum:
1. Arsenal 47 stig (18 dystir)
2. Manchester City 39 stig (18 dystir)
3. Manchester United 39 stig (19 dystir)
4. Newcastle 38 stig (19 dystir)
5. Tottenham 33 stig (19 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder