BankNordik heldur fram sum høvuðsstaðul hjá Skúlafótbólti. Hesum boðar Skúlafótbóltur frá í tíðindaskrivi í dag.
Skúlafótbóltur verður skipaður í Marghøllini og á Eiðinum í Vági á hvørjum ári. Talan er um eina fótbóltskapping, sum er ætlað næmingum úr fólkaskúlunum og miðnámsskúlunum kring landið. Ein týðandi partur av Skúlafótbólti er, at børnini fáa nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum og øðrum børnum javnaldrum.
– Kjarnuvirðini hjá Skúlafótbólti eru at leggja dent á heilsuna og rørsluna hjá tí einstaka og samstundis tryggja, at øll eru við. Hetta eru virði og eitt tiltak, sum BankNordik fegin vil stuðla til frama fyri føroysk børn og ung, sigur Turið F. Arge, rakstrartjóri í BankNordik, sum fegnast um samstarvið við Skúlafótbólt.
Dennis Holm, samskipari av Skúlafótbólti, sigur, at tey eru fegin um, at góða samstarvið við BankNordik heldur fram, so tey í felag fáa givið føroyskum skúlanæmingum eitt gott upplivilsi til Skúlafótbólt í Vági.
Meiri um fótbóltskappingina Skúlafótbóltur kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald