Annað

BankNordik høvuðsstuðul hjá Havnar Badmintonfelag

Havnar Badmintonfelag hevur gjørt nýggja tvey-ára avtalu við BankNordik sum høvuðsstuðul.

Christian Berg Petersen, badmintonleikari hjá HBF, Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik, Allan Skaalum, formaður í Havnar Badmintonfelag, og Tóra Erlandsdóttir, badmintonleikari hjá HBF (Mynd: Havnar Badmintonfelag)

Christian Berg Petersen, badmintonleikari hjá HBF, Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik, Allan Skaalum, formaður í Havnar Badmintonfelag, og Tóra Erlandsdóttir, badmintonleikari hjá HBF (Mynd: Havnar Badmintonfelag)

2021-07-03 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu árini hevur BankNordik verið høvuðsstuðul hjá Havnar Badmintonfelag. Partarnir hava nú skrivað undir nýggja stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini.

– Havnar Badmintonfelag ger eitt týðandi arbeiði fyri børn og ung, og tað hevur verið hugaligt at fylgt menningini hjá felagnum seinastu árini. Vit vóna, at okkara stuðul kann vera við til at geva leikarum og venjarum umstøður til at halda fram á góðu kósini, og vit gleða okkum til at fylgja gongdini komandi árini, sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik.

Nevndin í Havnar Badmintonfelag skrivar, at tey eru sera glað fyri at hava ein so sterkan høvuðsstuðul sum BankNordik.

– Eins og fyri flest øll ítróttarfeløg hevur tað sjálvbodna arbeiðið, sum limir, foreldur og aðrir stuðlar leggja í felagið, alstóran týdning. Men við BankNordik sum høvuðsstuðul fær Havnar Badmintonfelag eisini eitt fíggjarligt grundarlag, sum sum ger tað møguligt hjá felagnum framhaldandi at vera besta badmintonfelagið, at vera fremst innan badmintonítróttina í Føroyum og seta sær nýggj og hægri mál, skrivar nevndin.

– Samstarvið við BankNordik hevur higartil verið fyrimyndarligt. Vit í Havnar Badmintonfelag eru tí sera glað fyri at hava gjørt nýggja tvey-ára avtalu við BankNordik sum høvuðsstuðul, og síggja vit fram til gott samstarv, eisini komandi árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder