Fótbóltur

Bar ikki á mál hóast heilt gott avrik

Førysku kvinnurnar spældu sín greitt besta dyst í undankappingini og hildu nullið til tíggju minuttir inn í 2. hálvleik í 2-0 ósigrinum móti Hvítarusslandi.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-09-22 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar taptu fríggjakvøldið 6-0 fyri Norðurírlandi, men í dag hekk tað væl betri saman hjá føroyska liðnum og serliga fyrri hálvleikur var góður. Hvítarussland kom bert fram til ein upplagdan málmøguleika, men hann vardi Óluva Allansdóttir Joensen væl fyri við einari fótparadu. 18-ára gamli málvejrin í Klaksvík spældi sín fyrsta A-landsdyst, og hetta kom hon væl frá.

Føroyska liðið royndi at halda fast í bóltinum og kom meira niðan á vøllin enn í seiansta dystinum. Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ið gjørdi tað væl í sínum fyrsta A-landsdysti frá byrjan, og Heidi Sevdal, ið hesaferð var fremsti leikari hjá Føroyum, vunnu hvør sítt fríspark í góðari støðu til vinstru, men einki kom burturúr.

Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik legði útiliðið seg á odda. Eftir at Føroyar royndu at hótta, gekk tað skjótt hinvegin: Eitt gott innlegg úr høgru og ein góður stútati við aftaru stong, og so var 1-0.

Myndir: Føroyar - Hvítarussland

Liðið hjá John Petersen fall tó als ikki í fátt og stóð væl ímóti. Hóast sera fáar A-landsliðsroyndir spældi sentrali miðvøllurin væl, og at Sara Samson Lamhauge var við frá byrjan gjørdi mun. Tað eydnaðist tíverri ikki at javna - ístaðin økti útiliðið eftir eitt langskot endaði á yvirleggjaranum, og áleyparin var snildur uppá returbóltin.

Talan var um eitt flott føroyskt avrik - greitt tað besta higartil í undankappingini har málmunurin nú er 0-33 eftir fimm dystir. Leikararnir tordu og vildu veruliga verða til staðar, og stríðsandin var sera góður.

Næsta uppgávan hjá A-landsliðnum hjá kvinnum er 22. oktober í Wales.



EM-undankapping, bólkur C
Tórsvøllur 22.09
Føroyar - Hvítarussland 2-0 (0-0)
56' Anastasia Shlapakova 0-1
78' Karina Olkhovik 0-2


Føroyar (4-5-1): 
Óluva Joensen (KÍ) - Sanna Svarvadal (KÍ) (60' Marita á Fríðriksmørk, ÍVB), Jacoba Langgaard (ÍVB), Birita Ryan (KÍ), Ásla Johannesen (FC Nordsjælland - L) - Julia Naomi Mortensen (HB) (87' Evy á Lakjuni, KÍ), Sara Samson Lamhauge (HB), Elisabet Vang (B36) (75' Hanna Isaksen Højgaard), Kára Djurhuus (HB), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (ÍVB) - Heidi Sevdal (HB)

Venjari: John Petersen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder