2019-01-24 13:19
21 ára gamli Frenkie de Jong skal spæla í búnanum hjá Barcelona frá 1. juli 2019. Tað er greitt eftir at spanska stórfelagið keypti unga hollendingin í gjár fyri 560 mió. kr.
Hóast høga prísin, kann hesin gerast enn hægri alt eftir hvussu leikarin klárar seg í Barcelona. Prísurin kann vaksa við 80 mió. kr.
Frenkie de Jong hevur skrivað undir 5 ára sáttmála við sponsku meistararnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald