2019-01-18 15:29
Forsetin í Levante hevur váttað fyri sponskum liðlum, at Levante fer at klaga um, at Barcelona brúkti ein ólógligan leikara í tí fyrra dystinum millum feløgini í sponsku steypakappingini.
Juan Bandariz spældi við í dystinum, men leikarin fekk eitt reyða kort í dysti, sum hann spældi fyri eykaliðið hjá Barcelona. Hann hevði tí ikki loyvi at spæla við í fyrra dystinum.
Barcelona tapti fyrra dystin 2-1, men vann seinna dystin 3-0 og fór tí víðari í kappingini 4-2 samanlagt.
Real Madrid var tveitt úr steypakappingini fyri nøkrum árum síðani, tí at felagið hevði brúkt leikara, sum hevði leikbann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald