Fótbóltur

Barcelona og Manchester United stóðu fyri undirhaldi

Marcus Rashford vísti seg fram á stóra pallinum á Camp Nou, har tað endaði 2-2. Eftir fyrru 1/16-finalurnar í gjárkvøldið er stórur spenningur undan seinnu dystunum - danskt felag fekk gott úrslit í Portugal.

Marcus Rashford skaraði aftur framúr fyri Manchester United (Mynd: EPA)

Marcus Rashford skaraði aftur framúr fyri Manchester United (Mynd: EPA)

2023-02-17 14:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórfeløgini úr ávíkavist Spania og Onglandi vildu helst spælt í knock-out umfarinum í Champions League, men oddaliðið í La Liga varð sent út eftir bólkaspælið, og United avrikaði ikki nóg væl síðsta kappingarár til at koma í Champions League.

Ístaðin royna tey at vinna Evropa League, og liðið sum kemur víðari eftir hesar uppgávurnar er ein av størstu favorittunu, at vinna kappingina. Tað eru tó nógv sterk lið eftir í Evropa League. Millum tey eru Juventus, sum tó ikki fekk eitt so gott úrslit í gjár, Sevilla, ið hevur vunnið kappingina seks ferðir og sendi PSV heim við greiðum ósigri í gjár, Union Berlin, ið er á 2. plássi í Bundesliguni og fekk javnleik í Amsterdam í gjár, og so Arsenal.

Arsenal er eitt av teimum átta liðunum, sum "hevur frí" í 1/16-partsfinalurnar. Í lutakastinum var liðið hjá Arteta eitt av teimum, sum varð sent beinleiðis víðari til áttandapartsfinalurnar, sum eru á skránni í mars.

Manchester United hevur ein lítlan fyrimun eftir undirhaldandi dystin á Camp Nou í gjárkvøldið. Útivallarmál telja ikki longur, men eftir javnleikin kann liðið hjá Erik ten Hag avgerða alt við sigri á Old Trafford. Tá vera Lisandro Martinez og Marcel Sabitzer tøkir aftur - teir høvdu leikbann í gjár - og ungu stórtalentini á Barca-miðvøllinum, Pedri og Gavi vera ikki tøkir: Pedri fór út við skaða í gjár, og Gavi fekk gult kort, sum kostaði honum leikbann.

Einki mál kom í fyrra hálvleiki, hóast bæði liðini skaptu góðar møguleikar. Gongd kom tó á málskjótingina fimm minuttir eftir steðgin og eftir Barcelona-trýst. Marcos Alonso stútaði hornasparksinnlegg í málið, men United svaraði aftur tveir minuttir seinni. Tað var "sjálvandi" Marcus Rashford, sum eftir at verða sendir avstað smekkaði bóltin framvið Ter Stegen úr spískum. Fjórði dystur á rað við Rashford-málið, og mál nummar 14 í 16 dystum síðani HM-endaspælið.

[object Object]
Onglendingurin er í hopla fyri tíðina, og Barcelona - ið hevur latið sjey mál inn í La Liga - megnaði ikki at steðga honum (Mynd: EPA)

Í 59. minutti kom United á odda, og Rashford átti aftur størsta partin av æruna. Við baklinjuna setti hann Raphina av, rakk inn í brotsteigin, sendi bóltin hart inn í málteigin, og umvegis Bruno Fernandes og Kounde fór bólturin í Barca-málið. Í tráð við leikgongdina fekk Barcelona javnað, tá eitt korter restaði í. Fyrrverandi Leeds-maðurin Raphina sendi bóltin inn í United-brotsteigin, og bólturin sigldi allan vegin í longra málhornið.

Europa League 1/16-finalur (fyrru dystirnir)
Í gjár, hósdagin 16. februar

Ajax - Union Berlin 0-0
Barcelona - Manchester United 2-2 (0-0)
Bayer Leverkusen - Monaco 3-2 (0-1)
Juventus - Nantes 1-1 (1-0)
RB Salzburg - Roma 1-0 (1-0)
Sevilla - PSV 3-0 (1-0)
Shakhtar Donetsk - Rennes 2-1 (2-0)
Sporting CP - FC Midtjylland 1-1 (0-0)

FC Midtjylland fekk eitt óvæntað úrslit í portugisiska høvuðsstaðnum. Útiliðið kom á odda í 77. minutti, tá nýggi egyptiski spælarin Emam Ashour skoraði, men í yvirtíðini javnaði fyrrverandi Liverpool-miðverjin Sebastian Coates. Alt er at spæla um í Herning hósdagin.

Seinnu dystirnir verða spældir hóskvøldið 23. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder