Barcelona hevur vunnið nógvar søtar sigrar í Madrid seinastu árini. Mikukvøldið vann katalanska liðið heili 3-0 á Santiago Bernabeu í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini.
Í kvøld hevði Real Madrid møguleikan at løna ósigurin aftur í seinnu El Clasico uppgerðini hesa vikuna. Real var níggju stig aftanfyri undan dystinum, so ein sigur var eitt krav, um kongafelagið skuldi fylgja við í oddastríðnum.
Tað var ein tættur dystur. Heimaliðið hevði nakað fleiri málroyndir, men Barcelona var vandamikið, og í 26. minutti skoraði Ivan Rakitic til 1-0. Hetta skuldi vísa seg at gerast einasta málið í dystinum. Real Madrid royndi, men Barcelona helt aftur málið reint í spanska høvusstaðnum og fekk trý sera kærkomin stig við heim. Barca er nú 12 stig frammanfyri Real, ið er á 3. plássi. Atletico Madrid er nummar tvey og spælir í morgin. Liðið hjá Simeone hevur tíggju stig færri enn Barcelona, so í løtini bendir alt á, at Messi og co. taka annað meistaraheiti á rað.
Sum tað oftast er, tá El Clasico er á skránni, so var inntensitetur og dramatikkur í. Um tíman fekk Messi albogan hjá Segio Ramos at føla, og so var rok. Ramos slapp við gulum korti.
Messi í øðini eftir hansara nærdyst við Ramos (Mynd: EPA)
Real Madrid - Barcelona 0-1 (0-1)
0-1 Ivan Rakitic
Fótbóltur
Barcelona sigraði aftur á Bernabeu
Barcelona tók eitt stórt fet ímóti enn einum meistaraheitið við øðrum sigrinum á Real Madrid í vikuni.
Barcelona-leikararnir kundu aftur fegnast á Santiago Bernabeu í kvøld (Mynd: EPA)
2019-03-02 22:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald