Hondbóltur

Bárður og Tom á odda fyri Kyndli

Venjarin Martin Lellek og ungdómsvejarin Jonas Dehn Andersen halda ikki fram í felagnum.

Mynd: Kyndil

Mynd: Kyndil

2019-02-06 09:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Útskifting verður í venjarahópinum hjá Kyndli komandi kappingarár. Kyndil skrivar á heimasíðuni, at venjarin Martin Lellek og ungdómsvenjarin Jonas Dehn Andersern ikki halda fram í felagnum.

Í teirra stað hevur felagið sett Tom Jensen og Bárð Guttesen. Tom Jensen, sum kemur at standa á odda fyri besta liðinum og hjá ungdóminum, hevur drúgvar royndir sum venjari og ítróttarstjóri í donsku AGF og AJAX København.

Saman við Tom kemur Bárður Guttesen, sum lesur ítrótt, at taka sær av kropsliga partinum hjá leikarunum. Bárður fer eisini at venja barna- og ungdómslið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder