2019-11-16 00:21
Skála ÍF boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Víking um at leiga Bárð á Reynatrøð til kappingarárið 2020.
Seinastu tvey árini hevur Karstin Hansen vart málið hjá Skála sum leigusveinur, men hann hevur sáttmála við NSÍ til komandi ár.
Les eisini: Karstin spælir ikki fyrstu mánaðirnar komandi ár
Bárður er 19-ára gamal, men hevur longu leikt 83 dystir í 1.deild deildini. Leivíkingurin, sum tó er hálvur skálamaður, hevur seinastu árini verið fastur málverji hjá næstbesta liðnum hjá Víkingi og hevur eisini spælt fýra dystir í Betrideildini. Bárður á Reynatrøð hevur verið partur av øllum U-landsliðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald