Hesir byrja fyri Føroyar í venjingardystinum í Vilnius:
4-4-2: Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Magnus Holm Jacobsen, Rógvi Baldvinsson og Kaj Leo í Bartalsstovu - Meinhard Egilsson Olsen og Hilmar Leon Jakobsen.
Á bonkinum frá byrjan verða: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Ári Mohr Jónsson, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, Klæmint Andrasson Olsen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen og Jóannes Bjartalíð.
Harvið er talan um nógvar broytingar, í mun til hvussu liðið hevur sæð út higartil hjá Håkani Ericson, tó at Viljormur Davidsen og Sølvi Vatnhamar eru byrjaðir inni í øllum hinum dystinum. Leikararnir úr íslensku kappingini eru aftur og sleppa báðir at byrja inni. Tað gera tríggir at leikarar, sum fáa sína aðalroynd í dag eisini: Bartal, sum kom við ístaðin fyri Heina Vatnsdal, 20-ára gamli Magnus Holm Jacobsen og Hilmar Leon Jacobsen, sum í januar spældi A-landsdyst í hondbólti. Hilmar Leon verður í álopinum saman við Meinhardi, sum gjørdi tað væl, tá hann byrjaði har móti Andorra seinast.
(Video) Hilmar Leon: - Er eitt sindur løgið - Fyri ikki so langari tíð síðani spældi eg á hondbóltslandsliðnum
(Video) Magnus: Stuttligt og stórt at vera á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð
(Video) Teitur: Kappingin millum meg og Gunnar hevur ongantíð verið tættari
Heðin Hansen fekk yvirtíðina við í tí dystinum men fær nú møguleikan at álvara koma í eldin á landsliðnum. Gilli Rólantsson fær eisini virðismikla spælitíð, og Rógvi Baldvinsson, sum júst er fluttur upp í næstbestu norsku deildina við Bryne, byrjar inni fyri fyrstu ferð undir hesum toyminum.
Tað tykist eitt sindur løgið, at Hallur Hansson og Brandur Hendriksson ikki spæla, tí teir hava leikbann leygardagin kortini, men miðvallararnir koma helst inn - tað sær eisini út til, at hetta veruliga verður tikin sum ein venjingardystur, har ymsir leikarar skulu roynast.
Fyrsta bríksl í litaviska høvuðsstaðnum verður klokkan 17. Dysturin kann síggjast á kvf.fo. Vit fylgja eisini gongdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald