Hann hevur ikki havt 18-ára føðingardag enn, men Bartal Páll Klein hevur sligið sítt navn fast sum ein av teimum heilt spennandi ungu føroysku fótbóltspælarunum.
Fótfimi áleyparin við góða vinstra beininum, sum eisini kann spæla á vonginum, fekk møguleikan í B68 undir Jákupi á Borg sum bert 16 ára gamal. Sambært FaroeSoccer hevur hann samanlagt spælt 36 dystir í Betrideildini og skorað 6 mál - øll í 2024.
Bartal Páll avgjørdi í sigrinum móti HB á Svangaskarði í juni, skoraði og legði upp í lyklasigri í Fuglafirði síðst í september, og so gjørdi hann hattrikk í lagnudystinum í seinasta umfari við Løkin.
Eftir málið til 3-1 seint í dystinum við Løkin, sum Bartal Páll skoraði, var plássið hjá B68 í Betrideildini so at siga tryggjað
Fagnaður eftir dystin (Myndir: Sverri Egholm)
Hetta verður sum skilst tað seinasta hjá Bartali Páll í B68. 17-ára gamli havnarmaðurin eigur sín stóra leiklut í yvirlivingini. Sambært upplýsingum hjá Portalinum frá fleiri góðum keldum er hann nú veg víðari.
Sum bolt.fo skrivaði síðst í oktober, skuldi Bartal Páll Klein til royndarvenjing í italska Verona. Tað var hann eisini undan U19 EM-undankappingini men sum skilst verður ikki talan um sáttmála í Italia á hesum sinni.
Heldur skal talan verða um eitt skifti til HB, ið hevur leitað eftir spælarum til álopspartin. Hetta er tó ikki endaliga uppá pláss enn.
Bartal Páll Klein spældi í B36 í nøkur ár, áðrenn hann fór til B68. Hann byrjaði tó sína fótbóltsleið í HB, og nógv bendir á, at spennandi spælarin vendir aftur higar í 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald