Fótbóltur

Bayern setti Chelsea uppá pláss

Barcelona fekk eitt gott úrslit í Italia.

Lewandowski og Gnabry gingu á odda í London (Mynd: EPA)

Lewandowski og Gnabry gingu á odda í London (Mynd: EPA)

2020-02-25 22:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bayern Munchen hevur meira enn annað beinið í fjórðingsfinaluni, og Barcelona hevur eitt gott útgangsstøði. Hetta er greitt eftir dystirnar í kvøld.

Útiliðið hevði nakrar góðar møguleikar í 1. hálvleiki á Stamford Bridge, men tað var ikki fyrrenn eftir steðgin, at Bayern fekk hol á. Tá var tað fyrrverandi Arsenal-leikarin Serge Gnabry, sum við stuttum millumbili skoraði tvey góð mál. Robert Lewandowski legði upp til tey bæði málini og økti sjálvur til 3-0. Harvið er póllendingurin nú einsamallur toppskjútti í Champions League við 11 málum, og Bayern stevnir beinleiðis ímóti fjórðingsfinaluni.

[object Object]
Serge Gnabry trívist væl, tá hann vitjar aftur í London. Í heyst skoraði hann fýra ferðir móri Tottenham (Mynd: EPA)

Barcelona hevði bóltin sera nógv, men Napoli var meira vandamikið í 1. hálvleiki, og Dries Mertens sendi eftir hálvan tíma bóltin upp í longra málhorn , staddur á brotsteigarmarkinum. Í 2. hálvleiki trýsti Barcelona, og tað eydnaðist at javna. Á fáu endurtøkunum ið vóru at síggja, var ilt at siga, um talan var um rangstøðu í samband við málið. Annars var talan um eitt vælleikt mál. Ímóti endanum fekk Arturo Vidal tvey gul kort í einum. Sergio Busquets fekk eisini gult kort, og harvið hava báðir miðvallararnir leikbann til dystin á Camp Nou. Tað sær tó gott út hjá Barcelona. 

[object Object]
Griezmann skoraði málið hjá Barcelona (Mynd: EPA)

[object Object]

Vidal fekk fyrst gult kort fyri vandamikla takkling og síðani fyri at føra høvdið ímóti Mario Rui (Mynd: EPA)

Champions League 1/8-finalur
25.02
Chelsea - Bayern Munchen 0-0 (0-3)
51'Serge Gnabry 0-1
54'Serge Gnabry 0-2
76'Robert Lewandowski
Reytt kort: Marcos Alonso (83')

Napoli - Barcelona 1-1 (1-0) 
30'Dries Mertens 1-0
57'Antoine Griezmann 1-1

Í morgin: 
(20.00) Lyon - Juventus
           Real Madrid - Manchester City 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder