Tað vóru tvey av søguliga heilt sterku feløgunum í stóru kappingini, sum í gjárkvøldið spældu seg víðari til fjórðingsfinalurnar. AC Milan hevur vunnið Champions League/Evropa Cup fyri meistaralið sjey ferðir - Bayern München hevur vunnið seks ferðir.
Hesi bæði liðini megnaðu at halda ávíkavist Tottenham og PSG frá at skora yvir tveir dystir: Spælarum sum Kane, Son, Mbappé og Messi.
Neymar var skaddur til seinna dystin, og hóast talan var um ein rímiliga javnan dyst í München í gjárkvøldið, og De Ligt einaferð bjargaði av strikuni, so var heimaliðið sterkari og meira effektivt. Fyrrverandi PSG-áleyparin Eric Choupo-Moting legði Bayern á odda, tá ein tími var spældur, og innskifti Serge Gnabry økti heilt móti endanum. Týska stórfelagið hevur gott á tí franska: Hetta var fjórði sigurin í teimum seinastu fimm innanhýsis dystunum - millum annað er Champions League-finalan 2020 íroknað har - og aftur nú eru alarmklokkur og "kreppurembingar" í París.
Tíðin hjá Messi, í mun til at vinna fleiri Champions League-steyp, gongur av álvara undan
Enn eitt ár endar við stórum vónbroti hjá Mbappé og liðfeløgunum í jagstranini eftir stóra steypinum (Mynd: EPA)
Í London royndi og royndi heimaliðið, men italsku meistaranir stóðu ímóti. Tottenham hevði bert tvey skot á mál í dystinum, AC Milan var meira vandamikið, Christian Romero fekk reytt kort í 75. minutti, og tað vísti seg á málið hjá Brahim Diaz tíðliga í uppgerðini var nóg mikið. Harvið eydnaðist ikki Tottenham at gera sum í 2011 og senda Milan út áttandapartsfinalunum. Antonio Conte og hansara menn stríðast í løtuni fyri at halda fast í Champions League-plássinum; fyri tveimum vikum síðani vórðu teir sendir úr FA Cup av Sheffield United úr næstbestu deildini.
AC Milan, Bayern München, Benfica og Chelsea eru higartil víðari til fjórðingsfinalurnar - í næstu viku fæst greiða á, hvørji hini fýra liðini eru.
Romero vístur av vølli, Conte gevur nýggj boð, og Richarlison - ið eftir dystin vísti sína ónøgd við sína spælitíð - á veg á vøllin í eini roynd at gera mun
At enda vóru tað tó teir á italska liðnum, ið kundu fegnast (Myndir: EPA)
Champions League áttandapartsfinalur - seinnu dystirnir
Í gjár, mikudagin 8. mars
Bayern München - PSG 2-0 (0-0) 3-0 samanlagt
Tottenham - AC Milan 0-0 0-1 samanlagt
Týsdagin, 7. mars
Chelsea - Borussia Dortmund 2-0 (1-0) 2-1 samanlagt
Benfica - Club Brügge 5-1 (2-0) 7-1 samanlagt
Týsdagin 14. mars
Manchester City - RB Leipzig (1-1)
FC Porto - Inter (0-1)
Mikudagin 15. mars
Real Madrid - Liverpool (5-2)
Napoli - Frankfurt (2-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald