Fótbóltur

Beinleiðis sjónvarp: B36 - KÍ (U15 gentur)

B36 skal royna at endurvinna - klaksvíksgentur skulu vita, um tær hesaferð megnað at knógva árstalsfelagnum. Dysturin verður stroymdir á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Annað árið á rað skulu B36 og KÍ stríðast um Eilif Arge Steypið (Mynd: Sverri Egholm)

Annað árið á rað skulu B36 og KÍ stríðast um Eilif Arge Steypið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-21 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kann gerast reint hattrick hjá B36 í steypum. Í gjár endurvunnu U18-genturnar Mótasteypið, og fyri løtu síðani vunnu U13-dreingirnir hjá teimum hvítu og svørtu fyrsta Solar Steypið.

Í fjør vunnu U15-genturnar hjá B36 greitt í finaluni. Talan var um 5-0 á sigur á KÍ. Tá vóru allir leikararnir hjá KÍ í yngra árganginum, so nú eru so at siga allar tær somu genturnar við. Tískil er lagt upp til tættari finalu hesaferð.

Hon kann stroymast á kvf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder