Tíðliga sunnumorgunin setti U17-hópurin við dreingjum kós ímóti Pühajärve í Estlandi, har tríggir dystir eru á skránni hesa vikuna.
Týsdagin (kl. 16:00 - í dag) verður spælt móti estlendsku vertunum, hósdagin (kl. 13:00) er Ný Kaledónia, ið er eitt oyggjasamfelagið, sum liggur eystanfyri Avstralia, mótstøðuliðið, og sunnudagin 1. mai (kl. 08:00) spæla Føroyar ímóti Kasakstan.
Talan er um UEFA menningarkapping, ið er fyrireiking til NM og EM, ið verður seinni í ár.
Les eisini: Góð fyrireiking til NM og EM
Venjararnir Eyðun Klakstein og Fróði Benjaminsen hava sett hetta liðið til uppgávuna:
Sámal á Steig - Bjørn Bjarkhamar, Ingi Arngrímsson (L), Jónas Prior, Torkil Holm, Finnur Johannesen, Baldur Niclasen, Andrass Henriksen, Mattias Hellisdal, Hjalmar Gudmundsen, Bartal Páll Klein
Fótbóltur
Beinleiðis sjónvarp: Estland - Føroyar (U17)
Ungu føroysku menninir spæla um eina løtu sín fyrsta dyst í UEFA menningarkappingini í Estlandi.
2022-04-26 15:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald