2019-01-06 15:20
Ein stór uppgáva, men ikki størri enn at hon kann loysast, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya um dystin bronsudystin móti Svøríki.
Svøríki tapti í gjár semifinaluna ímóti Danmark 3-1, meðan Føroyar taptu 3-0 ímóti favorittunum Finnlandi.
Finalan í kappingini verður spæld klokkan 18:00, og verður ímillum Finnland og Danmark.
Klokkan 19:30 verður endahátíðarhald í Høllini á Hálsi, har steyp og gávur til bestu leikararnar verða latin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald