
Spennandi stafettir seinnapartin seta punktum fyri fræsla ítróttin á Oyggjaleikunum:
Sonevndu boðrenningarnar byrja klokkan 14:00, tá kvinnurnar renna 4x100 m finaluna. Hesa finaluna kvalifiseraðu Elisabeth Holm Simonsen, Oddvør Josephsen, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Maria Biskopstø seg til við at vinna sín riðil við samanlagt fjórðbestu tíð. Tíðin var 0,58 sek aftanfyri triðbestu tíðina. Í finaluni fer Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar at renna síðsta túr fyri Mariu.
Klokkan 14:25 fara Tummas Petur Sjóvará, Andreas Bjarnastein Antoft, Dánjal Dahl Ljósheim og Jónas Gunnleivsson Isaksen at renna finaluna á 4x400 m. Teir hava eisini kvalificera seg við fjórðskjótast tíð til finaluna, eitt lítið sekund aftanfyri nummar trý.
Kl 14:40 verður síðsta kapping skotin í gongd á hesum oyggjaleikunum, tað er 4x400 m hjá kvinnum. Her komu kvinnurnar beinleiðis í finaluna, so her er ilt at siga, hvussu tær liggja fyri, men við Elisabet Holm Simonsen, Oddvør Josephsen, Mariu Biskopstø og Margit Weihe Fríðmundsdóttir á liðinum, so er mikið sannlíkt, at tær fara at blanda seg í dystin um heiðursmerki.
Sí eisini: Hálvmaraton: Julian, Rógvi og Neli vunnu gull í liðkappingini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald