Belfast skal takast áðrenn Dublin

Um Víkingur kemur víðari móti norðurírsku meistarunum í kvøld, bíða írsku meistararnir í play-off umfarinum. FM1 sigur frá dystinum í Belfast, sum byrjar klokkan 19.45.

Víkingar til venjing á søguliga Windsor Park í gjárkvøldið. Tað er 2-1 til føroyingar undan seinna dystinum - vinnarin skal møta írsku meistarunum næstu tvær vikurnar (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingar til venjing á søguliga Windsor Park í gjárkvøldið. Tað er 2-1 til føroyingar undan seinna dystinum - vinnarin skal møta írsku meistarunum næstu tvær vikurnar (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-14 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesa vikuna eru víkingarnir í norðurírska høvuðsstaðnum. Um tað eydnast at sleppa harfrá uttan tap, so er Víkingur víðari til play-off umfari í Conference League.

Har bíðar Shelbourne. Hetta merkir, at Víkingur aftur skal vitja í næstan sama øki, um teir í ljósbláum koma víðari móti Linfield: Tað kann fara frá vitjan í norðurírska høvuðsstaðnum til vitjan í írska høvuðsstaðnum - við einum túri heim at venda og spæla ímillum.

Sì eisini: Sølvi Vatnhamar: - Vit eru klárir

Myndir: Víkingur skal gera arbeiði liðugt í Belfast

Tað merkir eisini, at Linfield hevur eina stutta ferð til sín møguliga útidyst í næstu viku - smáir 180 kilometrar eru millum Belfast og Dublin.

Tað er so mikið stutt millum høvuðsstaðarnar, at David Healy var ein túr og hugdi eftir møguligu komandi mótstøðuni týskvøldið. Hetta váttaði Linfield-venjarin á tíðindafundinum í gjár(Hetta brotið er frá 12.30 - annars er ymiskt um Víking har)

Shelbourne FC vann fyrra dystin í Kroatia men tapti samanlagt 3-4 fyri Rijeka í 3. umfari í Europa League. Harvið endaði liðið, sum vann írska meistaraheiti í fjør, í play-off umfarinum í Conference League ístaðin.

Conference League 3. umfar, seinnu dystirnir
Hósdagin 14. august á Windsor Park

19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur 1-2
Stroyming: solidsport.com

Sí eisini: Stórskíggi í Varpinum og í Sarpugerði

FM1 er á staðnum í Belfast og sigur frá beinleiðis. Byrjað verður klokkan 19.40 - Rúni á Reynatrøð er frásøgumaður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder