Fótbóltur

Bellingham og Kane bjargaðu Onglandi

Slovakia var heilt nær við stórum EM-skelki, men í yvirtíðini javnaði Jude Bellingham við frálíkum máli. Í longdu leiktíðini sló liðformaðurin til, og Southgate og hansara menn skulu spæla móti Sveis.

Teir spældu ikki væl - serliga ikki Harry Kane - men tá tað stóð á, skoraðu Jude og Harry (Mynd: EPA)

Teir spældu ikki væl - serliga ikki Harry Kane - men tá tað stóð á, skoraðu Jude og Harry (Mynd: EPA)

2024-06-30 20:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan EM-endaspælinum var Ongland ein av stóru gullfavorittunum, men hetta hevur liðið hjá Gareth Southgate als ikki livað upp til. Heldur ikki í 1/8-finaluni dag hóast tað endaði við sigri móti Slovakia.

Slovakar skaptu nakrar vandamiklar støður tíðliga í dystinum móti tannleysa enska liðnum, og í 25. minutti skoraði Ivan Schranz fyri triðju ferð í endaspælinum. Slavia Prag-spælarin prikaði bóltin framvið Pickford, og næstu 70 leikminuttirnar vóru ensku áskoðarnir á pínubeinkinum.

Tað sá ikki gott út, hóast onkur líkinda álop vóru, og Declan Rice rakti stongina. Loysnir vantaðu, tað gekk ov seint, Kane, Bellingham, Saka, Foden og hinir vístu ov lítið, og tá so Foden fekk bóltin í málið, var hann rangstaddur.

Tíðin tyktiskt at renna undan, men í 95. minutt tveitti Kyle Walker langt innkast inn í slovakiska brotsteigin. Marc Guehi, ið sum so hevði skyldina av málinum hjá Slovakia, longdi, og millum fimm-metur linjuna og brotsparksblettin tveitti Jude Bellingham seg í luftini og saksasparkaði bóltin í málhornið. Slovakiski verjuparturin hevði verið stinnur og vælskipaður, men nú var einki at gera: Real Madrid stjørnan, ið fylti 21 ár í gjár, hevði givið Southgate, liðfeløgunum og Onglandi eina lívlinju.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Loksins stórur enskur fagnaður í Gelsenkirchen (Myndir: EPA)

Forloysingin var ikki til at taka feil av, og so at siga beinanvegin í longdu leiktíðini lá bólturin aftur í slovakiska málinum. Innskiftu Eze og Ivan Toney vóru við at fáa bóltin inn ímóti Kane, sum eins og Bellingham hevur spælt væl undir sítt vanliga stig í endaspælinum, men nú stútaði liðformaðurin sannførandi bóltin í netið.

2-1 og tað gjørdist endaliga úrslitið. Southgate, ið stutt frammaundan gekk ímóti síðstu løtunum í starvinum, skifti málskjúttarnir út, og enska liðið fall langt aftur á vøllin. Slovakia hevð støður, men liðið hevði nýtt nógva megi til at verja í vanligu leiktíðini og vantaði eisini góðskuna. So nær sensatiónini men Ongland fer víðari og skal hitta Sveis í fjórðingsfinalu fríggjakvøldið. Tað kann enn "koma heim", men nógv skal betrast í ensku leguni.

Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum

Í dag, sunnudagin 30. juni
Ongland - Slovakia 2-1 (1-1 eftir longda leiktíð)
25' Ivan Schranz 0-1
90+5' Jude Bellingham 1-1
91' Harry Kane 2-1

20.00: Spania - Georgia (0-1) 
- sæst á KVF og DR1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder