Hann vann Balon d'Or í oktober, og tað er ein orsøk til tess. Síðsta vár gjørdi hann, saman við liðfeløgunum, av við eitt evropeiskt stórfelag fyri og annað eftir, hóast tað sá tungt út hjá spanska kongafelagnum.
Í gjárkvøldið gjørdu Karim Benzema og liðfelagirnir aftur bart. Barcelona hevði vunnið fyrru hálvfinaluna - á Santiago Bernabeu - men Carlo Ancelotti hevði eina ætlan, og menn hansara vóru náðileysir á Camp Nou, har teir revsaðu Barcelona hart og væl.
Í fyrra hálvleik var Barcelona var eitt sindur omaná, og Robert Lewandowski fekk ein stóran málmøguleika í 45. minutti. Thibaut Courtois bjargaði væl, bólturin stakk út, og so fór Real Madird í mótálop. Talan var um eitt skjótt og gott eitt: Eyðsýnd Vinicus Junior rann leingi við bóltinum, spældi út til høgru til Karim Benzema, ið legði útfrá aftur, og heldur heppið fekk brasliumaðurin bóltin í málið.
Øll málini og nøkur hæddarpunkr síggjast her
Hóast ein steðg beint eftir hetta, tyktiskt málið at skaka Barcelona, og longu eftir fimm minuttir í seinna hálvleiki lá bólturin í Barce-netinum. Hesaferði legði Luka Modric bóltin til rættin fyri Benzema, sum av brotsteigarmarkinum var ísakaldur. Tað var franski áleyparin eisini átta minuttir seinni, tá hann fekk møguleikan úr ellivu metrum, eftir at Vinicius var feldur.
Barcelona hevði nakrar góðar málmøguleikar, men hetta var kvøldið hjá Karim Benzema og Real Madrid. Heimaliðið satsaði alsamt meira, og hetta gav pláss til mótálop. Uppá eitt av teimum tryggjaði 35-ára gamli liðformaðurin hjá útiliðnum sær eitt hattrik. Vinicus vísti yvirskot og átti næstseiansta fótin á - Benzema lyfti bóltin frekt framvið eina beininum hjá hjálparsleysa Ter Stegen.
Liðið hjá Xavi var omaná í síðsta El Clasico og sær út til at vinna eitt trygt meistaraheiti, meðan Real Madrid nú er stórfavorittur í sponsku steypakappingini. Í finaluni um júst ein mánaða - 6. mai - hittast Real Madrid og Osasuna á La Cartuja í Sevilla. Osasuna vann seg týskvøldið víðari við sigri eftir longda leiktíð í Bilbao.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald