Null skot. Hetta var heldur dapurt at síggja á hagtølunum eftir dystin móti Kekkia leygarkvøldið, men tað vísti væl, hvussu lítið føroyska liðið maktaði við bóltinum. Samanlagt var ikki so nógv jaligt í hesum dystinum, har Håkan Ericson og toymi tyktust at raka við síðuna av í dystarætlanini og samansetingini, og har spælararnir ikki gjørdu uppgávuna til lýtar - millum annað í samband við tey trý kekkisku málini.
Sí eisini:
Eingi skot og eingin spenningur móti kekkum
Viljormur Davidsen: - Standa bara og taka ímóti og megna ikki at halda uppá bóltin
Júst tað at skora mál er ein trupulleiki á Tórsvølli, tá tað snýr seg um heimadystir í undankappingum. Portalurin hevur hugt eitt sindur aftur í tíðina, har FaroeSoccer serliga hevur verið stór hjálp.
Í teimum seks undankappingardystunum undir verandi toymi hava Føroyar bert skorað í einum dysti. Tað var í 2-1 sigrinum á Moldova í 2021, har Klæmint Andrasson Olsen og Heini Vatnsdal slóu til. Føroyska liðið hevði annars trý onnur góð avrik á heimavølli sama árið og í sama bólki: Í dystunum móti Danmark, Eysturríki og Skotlandi høvdu okkara stórar málmøguleikar, og móti fyrstnevnda og síðstnevnda var heilt nær við, at Føroyar fingu stig. Móti Ísrael sást - eins og leygarkvøldið - klassamunur.
Um vit taka teir seinastu tíggju undankappingardystirnar á Tórsvølli, so hevur føroyska liðið skorað í tveimum teirra, og talan er um trý mál samanlagt. Í fýra teimum seinastu heimadystunum undir Lars Olsen og Jóannes Jakobsen skoraði Rógvi Baldvinsson einasta málið. Tað gjørdi miðverjin/miðvallarin við góðum stútara, sum tryggjaði sigurin móti Malta í oktober 2019.
Seinastu tíggju heimadystirnir í EM ella HM-undankapping:
17-06-2023 | Tórshavn | Kekkia |
216 | 12-10-2021 | HM 2022 menn | 4676 | Skotland | ||
215 | 09-10-2021 | HM 2022 menn | 3758 | Eysturríki |
214 | 07-09-2021 | HM 2022 menn | 3200 | Moldova | ||
213 | 04-09-2021 | HM 2022 menn | 5000 | Danmark | ||
212 | 01-09-2021 | HM 2022 menn | 3000 | Ísrael |
15-10-2019 | Tórshavn | Malta |
12-10-2019 | Tórshavn | Rumenia |
05-09-2019 | Tórshavn | Svøríki |
10-06-2019 | Tórshavn | Norra |
Yvirlit: FaroeSoccer
Klæmint Andrasson Olsen í heldur løgnari støðu í dystinum móti Moldova, har Føroyar fingu tvey mál, og hann skoraði annað teirra
Tíggju mál í seks Nations League-dystum
Tað er heilt sjálvdan í nýggjari tíð, at Føroyar skora meira enn eitt mál í einum undankappingardysti á heimavølli. 2-1 sigurin á Grikkalandi fyri átta árum síðani er nýggjasta dømi, fyriuttan omanfyrinevnda sigurin á Moldova við sama úrslitið. Tað eru sum heild ikki so nógv mál, sum føroyska manslandslið skorar í undankappingardystum á Tórsvølli, men søgan er ein onnur, tá talan er um aðra kapping.
Nations League kom í 2018. Føroyar vóru í tí veikastu av teimum fýra deildunum og skoraðu fýra mál í teimum trimum heimadystunum (trý í sigrinum Malta og eitt í javnleikinum móti Kosovo)
Håkan Ericson, Eli Hentze og hinir byrjaðu eisini sína tíð við at fáa trý mál og sigur á Malta í Nations League á Tórsvølli. Seinni sama heyst vunnu Føroyar 2-0 á Andorra og spældu 1-1 móti Lettlandi á heimavølli og endaðu 2020 við at spæla seg eina deild upp í kappingini.
Í fjør var úrtøkan tveir sigrar og eitt tap á heimavølli, og í báðum sigrunum í Deild C - á Litava og Turkalandi - skoraðu Føroyar tvær ferðir. Harvið hava Føroyar vunnið fýra og fingið stig í fimm út av seks Nations League-heimadystum við verandi toymi og skorað samanlagt tíggju ferðir.
Til ber at síggja fult yvirlit yvir landsdystir á faroesoccer.com og eisini á fsf.fo.
Albania luttók í fjør í Deild B og endaði aftast í sínum bólki (Russland varð noktað luttøku) Í hesum undankappingarbólkinum hevur Albania tapt 1-0 á útivølli fyri Póllandi og vunnið 2-0 á heimavølli móti Moldova. Spurningurin er so, um Føroyar í annaðkvøld megna at skora ímóti albanum og skaka teir, ið liggja væl omanfyri okkum á FIFA-styrkislistanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald