Tvey føroysk lið eru við í World Cup kappingini hjá kvinnum. Lyra úr Ljósinum gjørdi ikki mætari enn at fáa besta úrslit eitt føroyskt lið nakrantíð hevur fingið, tá tær vunnu seg í finaluna á einum fjórða plássi. Hulda úr Havnar Fimleikafelag kom eisini í finaluna á einum 7. plássi. 15 lið úr 7 londum vóru við í kappingini.
Í unglingakappingini Challenge Cup vóru eisini tvey føroysk lið. Rósan úr Støkk gjørdist nummar 7 á veg í finaluna og teimum á baki kom Mira úr Havnar Fimleikafelag, sum gjørdist nummar 8.
Sostatt komu øll tey luttakandi føroysku liðini víðari til finalurnar, sum vera fyrrapartin í dag sunnudag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald