Fótbóltur

Betrideildin byrjar aftur við botnbraki í Vági

07 Vestur vitjar FC Suðuroy klokkan 13.30 og er kroyst at vinna. Grannauppgerð verður í Gundadali klokkan 17.15, og FM1 sigur frá hesum báðum nevndu dystunum. Tveir dystir eru á skránni klokkan 15.

FC Suðuroy kann av álvara fara frá 07 Vestur og TB í dag (Mynd: Bjartur Vest)

FC Suðuroy kann av álvara fara frá 07 Vestur og TB í dag (Mynd: Bjartur Vest)

2025-09-14 09:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir landsliðssteðgin rullar bólturin aftur í Betrideildini hjá monnum í dag. Hetta við fýra dystum.

Betrideildin 22. umfar
Sunnudagin 14. september

13.30: FC Suðuroy  07 Vestur

15.00: 
NSÍ - TB
EB/Streymur - B68

17.15: HB  B36

Í morgin, 15. september
18.30: KÍ  - Víkingur

Støðan:

[object Object]

Alt byrjar á Eiðinum har so at siga alt er uppá spæl. FC Suðuroy kann av álvara leggja sjógv ímillum seg og liðini undir strikuni, sum renna aftaná. Hinvegin er hetta seinasti møguleiki hjá 07 Vestur at gera hol í sjógvin í innanhysis dysti í botnstríðnum. Liðið hjá Micheal Schjønberg kann, við sigri í Suðuroynni, fyri fyrstu ferð í ár, koma uppum niðurflytingarstrikuna, samstundis sum TB ikki vinnur í Runavík.

07 Vestur hevur nógv betri málúrtøku enn FC Suðuroy, og tað kann verða ein fyrimunur. Uppflytararnir hava tó vunnið báðar innanhýsis dystirnar í ár og fara við røttum ryggi til uppgávuna - tað endaði 4-3 í dystinum millum liðini beint undan summarsteðginum. Lagt er upp til ógvuliga spennandi dyst á Eiðinum klokkan 13.30. FM1 verður á staðnum og sigur frá.

[object Object]
Micheal Schjønberg hevur havt nógv at hugsa um í sínari afturvendan til Føroya (Mynd: jn.fo)

Grannauppgerð um týðandi pláss

NSÍ er risafavorittur móti TB í dag, og tað er ósannlíkt, at Víkingur vinnur í Klaksvík í morgin. 

Harvið hava HB og B36 tað á sær í dag, at tey helst skulu vinna fyri at fylgja við/gagnnýta.

Tað veður eitt hart stríð um stigini hjá liðunum, sum kappast um ávikavist 2. pláss og 4. pláss. Hesi geva helst størri fíggjarligt avkast og spennandi ítróttarligar avbjóðingar næsta ár.

HB hevur ikki tapt undir André Olsen (í yvir fýra mánaðir) í Betrideildini. HB hevur tó heldur ikki vunnið á B36 í ár.

FM1 sigur eisini frá grannauppgerðini í Gundadali. Í dystinum á Eiði, har B68 vitjar, er tað mest spennandi at fylgja Fróða Benjaminsen í sínum fyrsta dysti sum høvuðsvenjari í Betrideildini.

Sí eisini: Fróði Benjaminsen er farin í gongd á Svangaskarði

Til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder