Fótbóltur

Betrideildin fer í gongd í morgin

Tey bæði nýggju liðini í deildini skulu í eldin - sunnudagin taka greipuvinnararnir ímóti liðnum, sum fekk tvey sløg av silvurheiðursmerkjum um hálsin í fjør.

Sunnudagin dystast KÍ og NSÍ, ið hava vunnið hvør sín dyst á Tórsvølli seinastu tvær vikurnar, í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Sunnudagin dystast KÍ og NSÍ, ið hava vunnið hvør sín dyst á Tórsvølli seinastu tvær vikurnar, í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-19 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstan samstundis sum 3. umfar í Betrideildini hjá monnum endar, og landsliðsstegðurin byrjar, fer Betrideildin hjá kvinnum í gongd.

1. umfar í Betrideildini
Leygardagin 19.03
14.00: EBS/Skála - AB/B71 (Skála)
15.00: 07 Vestur - HB (Sørvágur)

Sunnudagin 20.03
15.00: KÍ - NSÍ
           B36 - Víkingur

Sermerkt við leygardegnum er, at tey bæði nýggju liðini í deildini skulu royna seg. AB/B71 og 07 Vestur kunnu fáa tað trupult, men tað fer helst at vera sera gott fyri kappingina, at tað nú eru átta lið.

Í fjør vann KÍ kappingina suverent. Klaksvíkskvinnur vunnu eisini steypakappingina, og tað var NSÍ, sum í fjør var nýtt lið í deildini, sum í báðum førum fekk silvur. Tað verður væntað, at tær í gulum og svørtum, ið eru styrktar, kunnu bjóða meira av í ár. Liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum á Tórsvølli seinastu tvey vikuskifti. Fyrst vann NSÍ 3-1 í finaluni í VFF Kup - leygardagin vann KÍ 4-1 í Stórsteypadystinum. Sunnudagin hittast liðini í Klaksvík. Sunnudagin er eisini dystur í høvuðsstaðnum, har Víkingur, ið nú stendur á egnum beinum, vitjar B36. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder