Fótbóltur

Bíða enn eftir endaligu niðurstøðuni úr Aganevndini

Sigfríður Clementsen hevur fingið langt venjarabann, meðan tað er framvegis ikki greitt, um Árni Frederiksberg fær leikbann. Nevndin hevur havt málið síðani fríggjadagin og hevði fund í gjár - KÍ spælir móti Víkingi leygarkvøldið.

Árni Frederiksberg í steypadystinum móti HB mánakvøldið. Har var vongurin hjá KÍ við í avgerandi málinum. Tað eru ellivu dagar síðani dystin móti EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg í steypadystinum móti HB mánakvøldið. Har var vongurin hjá KÍ við í avgerandi málinum. Tað eru ellivu dagar síðani dystin móti EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-10 10:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nú ellivu dagar síðani hendingarnar í Klaksvík, har Árni Frederiksberg ertaði, og Meinhard Debes Geyti og Sigfríður Clementsen síðani fingu reytt kort.

Leikbannið hjá Meinhardi verður ikki longur enn tann eina dystin, meðan venjari hansara í EB/Streymi ikki er í somu støðu.

Sambært bolt.fo hevur Sigfríður Clementsen fingið tríggjar dystir afturat - samanlagt fýra dystir í venjarabanni frá FSF - fyri at vísa sína ónøgd móti dómaranum Heina Ziskason Viðoy. Millum annað var tað við at venjarin víst ikki bara aðru longutong men báðar longutengur sínar.


Bíðistøða í mun til Árna Frederiksberg - vænta eina niðurstøðu skjótt

Málið við venjarnum hjá EB/Streymi varð ikki viðgjørt í Aga- og Etiskunevndini. Hetta tí at hann fekk reytt kort í støðuni. Har vektaði dómarafrágreiðingin helst mest.

Málið við Árna Frederiksberg fór víðari fríggjadagin. KÍ-spælarin fekk ikki reytt kort í dystinum 30. mars, men støða skal takast til møguligt leikbann eftir kæru frá EB/Streymi.

Síðani tá hevur KÍ spælt tveir dystir, og Árni Frederiksberg hevur spælt fulla tíð og verið við í málum í sigrunum móti B68 (Betrideildin) og HB (steypakappingin). 

Úr FSF frætta vit, at umsitingin koyrdi málið víðari til Aga- og Etiskunevndina - sum bert kemur upp í leikin í serstøkum førum - við tí áseting, at tað skuldi ganga so skjótt sum gjørligt.

Tó verður eingin tíðarfreist sett á í slíkum førum. Nevndin er á ein hátt uttanfyri FSF. 

Væntað verður tó, at ein niðurstøða fyriliggur skjótt. Aganevndin hevði fund í gjár, fær Portalurin staðfest - í summum førum verður ein niðurstøða gjørd og so gjøgnumgingin einaferð afturat dagin eftir, áðrenn hon verður latin víðari til FSF.

KÍ og Víkingur spæla í Klaksvík leygardagin, og tað vildi í øllum førum verið uppá sítt pláss at havt eina niðurstøðu í málinum áðrenn hetta. Hetta er sum skilst ikki so ósannlíkt, men einki kann sigast við vissu enn.

Videoupptøkur kunnu nýtast í málinum. 

Um so er, at Árni Frederiksberg fær leikbann, so kann tað bert fara víðari til Yvirkærunevndina, um tað er eitt leikbann á yvir fimm dagar.

Vegleiðing um hvat leikbann vanliga verður givið fyri sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder