Fótbóltur

Bill vil gera arbeiðið ordiliga liðugt

Fyri Bill McLeod Jacobsen hevur tað nógv at siga, at hann kann leiða NSÍ í finaluna um Løgmanssteypið, og málið er heilt greitt, at steypið skal vinnast til Runavíkar.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-20 20:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: – Tað er altíð torført at taka við eftir ein annan venjara, men eg haldi, at vit hava gjørt tað gott, og nú manglar bara at seta krúnuna á verkið, og vinna Løgmanssteypið.

Soleiðis sigur Bill McLeod Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF, undan fyrru hálvfinaluni móti HB, sum verður spæld í Havn sunnudagin klokkan 15:00.

Í landskappingini gjørdist NSÍ nummar 4, og hevur harvið tryggjað sær evropeiska luttøku komandi ár, um so verður, at HB ella Víkingur vinna steypakappingina.

Men fyri tey í Runavík er tað heilt greitt eitt mál, at NSÍ skal vinna kappingina um Løgmanssteypið, og soleiðis gera arbeiðið ordiliga liðugt.

– Ja, vit ynskja sjálvandi at vinna, og tað er heilt greitt tað, sum vit fara eftir. Men HB hevur góðar steypatraditiónir, so tað verður ikki lætt. Vit mugu veruliga vera klárir og skulu hugsavna okkum 100 prosent um uppgávuna, so ber tað væl til, og vit hava eisini liðið til tað, sigur Bill McLeod Jacobsen.

Í hinari hálvfinaluni møtast Víkingur og B36. Fyrri dysturin verður í Sarpugerði í Norðragøtu sunnudagin klokkan 15:00.

Seinnu hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 27. og sunnudagin 28. november. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16:00.

placeholder
placeholder