Stórtíðindi fyri AB-fjepparar í kvøld: Eftir fýra ár í B36 verður Bjarki Christiansson Nielsen aftur at síggja í reyðu og bláu troyggjuni.
Ein tvey-ára sáttmáli millum partarnar er kunngjørdur í kvøld. Harvið staðfestir AB, at felagið ikki ætlar sær at spæla í næstbestu deildini leingi afturat. AB flutti niður í 2023 og endaði á 6. plássi í 1. deild í 2024.
Bjarki Nielsen varð sum 18-ára gamal toppskjútti í næstbestu deildini við 17 málum, tá AB flutti upp í 2017. Næstu árini var vongurin eisini álopskendur profilur hjá AB, men eftir liðið flutti niður í upp-og niðurflytingardysti í 2020, fór Bjarki til B36.
Til tíðir í B36 hevur Bjarki veruliga gjørt bart. Sambært bolt.fo hevur Bjarki Nielsen samanlagt havt 56 málstig (mál + upplegg) í Betrideildini síðani 2021 - í miðal 14. Í 2023 varð hann kosin ársins spælari í felagnum. Vongurin var við til at vinna steypakappingina fyrsta árið.
Bjarki í evropeiskum dysti fyri B36 í 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hartarbeiðandi vongurin hevði ongan sáttmála fyri 2025, og heldur óvæntað vendir hann aftur til AB, nú liðið framvegis er í næstbestu deildini.
26-ára gamli argjamaðurin skal næsta ár royna at hjálpa barndómsfelagnum upp aftur - í kapping við Skála, ÍF og B71.
Argja Bóltfelag skrivar soleiðis um skiftið á Facebook-síðu sínari í kvøld:
- Tað er við stórari gleði, at Argja Bóltfelag í dag kann kunngera, at okkara egni Bjarki Christiansson Nielsen aftur verður at síggja í AB-blusuni. Bjarki hevur fyri løtu síðani undirskrivað tvey ára sáttmála við AB fyri kappingarárini 2025 og 2026. Harvið hevur AB vunnið kappingina um undirskriftina hjá skjóta og dugnaliga vonginum.
Bjarki er argjamaður og uppvaksin í AB. Hann fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum í 2017, tá hann hetta árið gjørdist toppskjútti í 1. deild við 19 málum. Hetta árið vann AB næstbestu deildina.
Bjarki Nielsen aftur á Argjum (Mynd: Argja Bóltfelag)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald