Fótbóltur

Bjarni Petersen skal spæla við EB/Streymi fram til summarsteðgin

B36 leigar 21-ára gamla verjuleikaran út, og um eina løtu fer hann á vøllin fyri EB/Streym í venjingardysti móti B36.

Hóast sín unga aldur hevur Bjarni nógvar royndir í vaksnamannafótbólti (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hóast sín unga aldur hevur Bjarni nógvar royndir í vaksnamannafótbólti (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-08 12:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað at Sonni Ragnar Nattestad er komin í B36-hópin ger, at breiddin í B36-verjupartinum er vorðin størri, og ein av leikarunum sum stendur til at svíða fyri hesum viðvíkjandi spælitíð er Bjarni Petersen.

Í fjør spældi 21-ára gamli miðverjin, ið eisini inn ímillum hevur røkt plássið sum høgri bakkur ella á verjukenda miðvællinum, 20 dystir í Betrideildini. Samanlagt hevur Bjarni sambært FaroeSoccer spælt 82 dystir fyri besta liðið hjá B36.

Nú er greitt, at hann komandi fýra mánaðirnar fyri fyrstu ferð skal umboða eitt annað felag í vaksnamannafótbólti. Tá B36 og EB/Streymur nú kl.12.15 spæla venjingardyst í Gundadali verður Bjarni Petersen partur av liðnum hjá EB/Streymi, og tað verður hann fram til summarsteðgin. 

Partarnir hava gjørt eina leigauavtalu. Hetta merkir allarhelst fasta spælitíð til Bjarna Petersen komandi mánaðirnar. EB/Streymur spælir við trimum miðverjum, og talan er um ein ungan mann ið fleiri ferðir seinastu fýra árini hevur víst sínar dygdir í fremstu røð.

[object Object]
Bjarni Petersen - her í landsdysti móti Litava eftir at Jákup Biskopstø Andreasen hevur skorað (Mynd: Sverri Egholm)

Verjuleikarin hevur umboðað øll ungdómslandsliðini, og er nú liðformaður og fastur í miðverjuni á U21-landsliðnum. Har hevur Bjarni spælt 12 ferðir og hann hevur skorað eitt mál. Tað var í 2-2 dystinum móti Póllandi á Tórsvølli í 2017.

Í fjør leigaði EB/Streymur Svein Lava Olsen og Ragnar Samuelsen til seinnu hálvu. Sveinur var nógv skaddur, meðan Ragnar gjørdist ein týðandi partur av liðnum hjá EB/Streymi. Miðvallarin spældi 13 dystir og skoraði tvey mál. Báðir eru nú aftur í B36.

[object Object]Gilli í dysti móti ÍF (Mynd: Ólavur Frederiksen)

B36 hevur eisini leigað ein annan 21-ára gamlan leikara út fram til summarsteðgin. Talan er um kantspælaran Gilla Samuelsen, sum í fjør spældi 17 dystir fyri besta liðið hjá B36. Eins og í fyrru hálvu í 2018 er Gilli útleigaður til 07 Vestur. Kviki leikarin byrjaði væl við einum málið á Sandi í gjár. 

Gilli spældi í gjár móti m.a 17-ára gamla Jonas Warner. Miðvallarin hevur seinastu árini umboða B36, men er fram til summarsteðin leigaður út til barndómsfelagið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder