Tað varð mikil rómur í snotuligu og rúmligu hølunum hjá Tvøroyrar Billardfelag um vikuskiftið, tá tað eydnaðist spælarum av Tvøroyri at vinna bæði gull og silvur í hesi fyrstu millumfelags kappingini í nýggja kappingarárinum. Bjarni Thomsen, sum má sigast at vera ein av gomlu veteranunum í føroyskum billard yvirhøvur, tók øll á bóli, tá hann ruddaði borðini eitt fyri og annað eftir og setti beina kós í finaluna í kappingini. Har vann hann á Hugin Albinus, sum er ein av teimum komandi stjørnunum í føroyskum billlard.
Í kappingini um triðja plássið eydnaðist tað enn einum veterani í føroyskum billard, Jan Müller at vinna á Oskari Eirikssyni. Tað eydnaðist eisini Jan at fáa besta einstaka umfarið í kappingini uppá 98 eygu.
Formaðurin í Tvøroyrar Billardfelag og føroysmeistarin í billard, Páll Heri Nolsøe handaði gull-, silvur- og bronsuvinnarunum steyp.
Hetta er fimtu ferð at spælt verður um Lions steypið. Fyrsta árið vann Oskar Eiriksson, síðani Bjarni Thomsen og Jákup Molsøe, og seinasta ár vann Jan Müller hesa vanligu fyrstu kappingina í billardárinum millum spælarar úr øllum landinum. Hesaferð noyddist Jan so at handa steypið víðari til suðringin, sum enn einaferð hevur tryggjað heimstaðnum stóra steypið. Eftir dystarlok handaði formaðurin í Tvøroyrar Billardfelag og verandi FM meistari, Páll Heri Noløse vinnarunum steyp.
Lions Cup Suðuroy kappingin er millum teir spælarar í landinum, sum hava eitt meðal uppá í mesta lagi 15 eygu. Tvs. at hetta eru fyri tað mesta spælarar i 2. og 3 deild. Hesaferð vóru 10 spælarar av Tvøroryri og Havn við.
Nú henda kappingin er lokin verður so av álvara lagt upp til ta heilt stóru upphitingina til sjálva FM kappingina. Talan er um Haldor Holm Cup, ið verður leikt á hvørjum ári í Klaksvík og har landsins fremstu spælarar dystast um at fáa sítt navn á ta risastóra steypið til minnis um ein av eldsálunum aftanfyri føroyskt billard, Haldor Holm, sála. Tá fara vit helst at síggja bestu spælararnar í landinum við verandi og farnum FM meistarunum so sum Páll Hera Nolsøe, Ólavi Kjølbro, Kristian Suna Høgnesen, Halli Joensen og øðrum á odda. Tann kappingin verður 12. oktober, og stutt eftir hana byrjar so FM kappingin fyri lið, sum so endar við kappingini fyri staklingar á vári 2025.
Tvøramenn hava fingið sera góðar umstøður til billard, nú felagið heldur til í hølunum hjá gamla Tvøroyar Klubba, sum Bjarni Hammer, tingmaður eigur.
Hugaligt var at síggja enn ein av gomlu veteranunum í billard, Tórða Holm við sínum sera neyva og framúr góða kúlueygað aftur við borðið. Hann hevur latið køina standa seinastu nærum 30 árini. Nú er líkt til, at hann verður aftur at síggja við billardborðini kring landið. Ein styrkur fyri føroyskt billard. Myndir Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald