Hondbóltur

Bjarni á mánaðarliðnum í bestu norsku deildini

Kristiansand skal helst spæla niðurflytingardystir, og bakkurin av Skála verður allarhelst ikki í felagnum næsta ár. Helgi Hildarson Hoydal spælir møguliga eisini aðrastaðni næsta ár.

Bjarni í Selvindi fer eftir øllum at døma at skifta felag - hann var ikki við til EM men var við, seinast A-landsliðið savnaðist (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni í Selvindi fer eftir øllum at døma at skifta felag - hann var ikki við til EM men var við, seinast A-landsliðið savnaðist (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-04 21:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár spældi Kristiansand heimadyst móti Sandnes í næstseinasta umfari í grundspælinum í bestu norsku deildini.

Tað endaði við 28-28 javnleiki, og harvið er føroyingafelagið eitt stig aftanfyri Fjellhamar og Bækkelaget - sum eisini er føroyingafelag - í løtuni. Kristiansand er nummar 13. Neyðugt er enda nummar 11 fyri at vera heilt vísir í yvirlivingini.

Har er liðið hjá Kjartani Johansen í løtuni - Kjartan skoraði trý mál og legði trý mál í 29-24 tapinum hjá Bækkelaget í gjár. Bækkelaget kann sjálvt tryggja sær plássið endaligt við at fáa stig móti Bergen mikukvøldið. 

Kristiansand skal vinna torføra útidystin móti Drammen og samstundis hava hjálp úr Bergen og Fjellhammer, har heimaliðini skulu vinna.

Helgi Hildarson Hoydal skoraði fimm mál í gjár, og Bjarni í Selvindi fekk trý. Tróndur Mikkelsen er skaddur í løtuni men verður helst tøkur um ein mánaða, tá Føroyar spæla HM play-off dystir móti Norðurmakedónia.

[object Object]
Heldi Hildarson Hoydal hevur spælt nógv seinastu mánaðirnar, og fekk hann fleiri mál í gjár. 27-ára gamli strikuspælarin fer helst aðrastaðni at spæla eftir summarsteðgin (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Bjarni stóð seg so væl í mars, at bakkurin var á mánaðarliðnum fyri Rema 1000-deildina, har nógvir frálíkir hondbóltspælarar spæla.

32 mál í fýra dystum og harvið átta mál í miðal. Bjarni skoraði uppá 74 prosent av skotunum, og hevði hann harafturat 18 upplegg. 21-ára gamli skálamaðurin byrjaði mars við at skora 18 mál í einum dysti

[object Object]
Maðurin, ið snoddar til føroyska A-landsliðið, var besti vinstri bakkur í Noreg í síðsta mánaða (Mynd:handball.fo)

HER ber til at lesa nærri um grundgevingarnar.

Bjarni í Selvindi kom til Kristiansand í fjør og hevur hann fingið størri og størri leiklut seinastu tíðina. Tað er tó lítið, ið bendir á, at bakkurin heldur fram - um so felagið heldur sær uppi ella ikki. Tað hevur Portalurin fingið upplýst. Tað er tó ógreitt, hvar Bjarni fer at spæla næsta ár.

Helgi Hildarson Hoydal hevur verið í norskum hondbólti leingi. Tað kann vera, at hoyvíkingurin á strikuni eisini spælir í Rema 1000-deildini næsta kappingarár, men tað verður helst ikki í Kristiansand.

Um Kristiansand ikki vinnur í næstu viku, skal liðið spæla fyri lívinum seinni í mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder