Hondbóltur

Bjarta Johansen var toppskjútti og tann besta á vøllinum

Royndi strikuspælarin hjá Kyndli fekk persónligan heiður eftir enn eitt steypagull hjá barndómsfelagnum Kyndli.

Bjarta vann annað árið á rað gull og steyp,og nú varð nummar 7 kosin dagsins spælari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bjarta vann annað árið á rað gull og steyp,og nú varð nummar 7 kosin dagsins spælari (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-22 19:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

31-ára gamla Bjarta Osberg Johansen er ein av stóru ímyndunum hjá Kyndli. Havnarkvinnum hevur stríðst og strevast á strikuni og í miðverjuni seinastu mongu árini,og tað gjørdi Bjarta eisini, fyrstu ferð hon spældi við Tjarnir.

Hetta fingu nummar 7 og hinar løn fyri. Bjarta Johansen var ógvuliga effektiv á strikuni, har hon skoraði heili 10 mál. Bára Krossteig Hansen og hinar funnu Bjartu væl, og dugdi hon væl at finna plássið og síðani fáa bóltin fram Yui Shibuya í málinum.

Álopsspælið hjá Neistanum fleyt væl fyri steðgin, men Bjarta Johansen var ein lykil í at fáa tamarhald á tí eftir steðgin. Landsliðsspælarin og legendan hjá Kyndli spældi nærum 60 minuttir, skeyt tíggju mál og vann toppskjútin uppiborið heiðurin sum dagsins spælari Faxe Kondi finaluni eftir 29-23 sigurin.

[object Object]
Bjarta Johansen var í mongum nærdysti sum bæði álopsspælari og verjuspælari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Faxe Kondi steypafinalur 2025 - kvinnur
Leygardagin 22. februar:
Neistin – Kyndil 23-29 (15-17)

Dystargongdin: 
5 min: 3-4
10 min: 6-6
15 min: 9-11
20 min: 10-13
25 min: 12-14
30 min: 15-17
35 min: 16-19
40 min: 18-22
45 min: 19-23
50 min: 21-24
55 min: 22-28
60 min: 23-29

Toppskjúttar: 
Kyndil: Bjarta Johansen 10 mál, Turið Arge Samuelsen 7 mál
Neistin: Hervør Niclasen 6 mál

[object Object]
Bjarta Johansen vísti styrki á strikuni og í miðverjuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sí eisini: Myndir: Grønur fagnaður við Tjarnir

Les meira um dystin her: Kyndil endurvann Faxe Kondi-steypið hjá kvinnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder