Oslo, Noreg (Portalurin): Hann skifti KÍ út við Fredrikstad seinasta vetur. Kreativi klaksvíkingurin hevði bert umboðað barndómsfelagið áður og stríddist við ein skaða fyrstu mánaðirnar í 2023.
Spakuliga kom hann tó í gongd, og Jóannes Bjartalíð endaði ikki bert sum ársins spælari í norska felagnum, men sum ársins spælari í OBOS-deildini.
Sí eisini: Bjartlíð var tann besti
Gullvinnari og uppflytari saman við Brandi Henriksson og Mikkjali Thomassen og tað merkir, at Jóannes Bjartalíð skal spæla í Eliteseriuni næsta ár.
- Hetta hevur nógv ógvuliga nógv at siga fyri meg. Eg kom jú heryvir fyri at royna at spæla á hægri stigi, so tað verður spennandi at fara eitt stig upp afturat.
Í samrøðuni við Portalin á Raddison gistingarhúsinum í Oslo tosaði Jóannes Bjartalíð um seinastu dagarnar, og um hvat er eyndast hjá Fredrikstad í ár.
27-ára gamli álopskendi miðvallarin tosaði eisini um, hvat ikki er eydnast so væl hjá landsliðnum - serliga er tað álopskenda spælið - og at tað býr meira í liðnum. Hetta skal eisini vísast, staðfesti hann.
Sí eisini: Sølvi: - Vit hava ikki rokkið okkara málum í ár
Venjingardysturin í Oslo í morgin, hósdagin 16. november, byrjar klokkan 17. Kringvarpið stroymir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald