2019-08-15 20:44
Hann varð ársins ungi leikari í 2015 og 2016. Hann hevur verið úttikin til A-landsliðið nakrar ferðir; tó uttan at koma á vøllin. Í løtuni er hann í gongd við eitt sera gott kappingarár - 12 mál í 16 dystum í Betrideildini, har KÍ stríðist fyri at vinna FM. Seinasta ímóti Víkingi skoraði Jóannes Bjartalíð bæði málini í týðandi sigrinum á Summarfestivalinum.
Heimasíðan hjá KÍ boðar í kvøld frá, at Jóannes og KÍ hava longt samstarvið, so at tað fevnir um 2020 og 2021. Talan er um lyklaleikari hjá klaksvíkingum, so felagið fegnast sum vera man um, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald