Fótbóltur

Bjartalíð millum teir bestu síðsta vikuskifti

Klaksvíkingurin á vikuliðnum fyri OBOS-deildini eftir upplegg og gott avrik í týðandi sigri hjá Fredrikstad.

Jóannes Bjartalíð ger bart í Noregi. 26-ára gamli landsliðsspælarin sakpti nógvar møguleikar í 2-1 sigrinum á Ranheim (Mynd: Fredrikstad)

Jóannes Bjartalíð ger bart í Noregi. 26-ára gamli landsliðsspælarin sakpti nógvar møguleikar í 2-1 sigrinum á Ranheim (Mynd: Fredrikstad)

2023-09-27 08:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt av føroyingafeløgunum í næstbestu norsku deildini hevur beina kós móti bestu deildini. Tað er Fredrikstad við Mikkjali Thomassen sum venjara og Jóannes Bjartalíð og Brandi Hendrikssyni Olsen í hópinum.

Eftir at hann var skaðadarvaður í uppstartinum og tíðliga í kappingini, er Jóannes Bjartalíð veruliga komin fyri seg. 26-ára gamli klaksvíkingurin hevur víst seg sum lyklaspælara fyri Fredrikstad, og álopskendi landsliðsspælarin fær nógv rós í Noregi.

Viðmerkjarar hava Bjartalíð sum ein mest virðismiklu spælarunum í deildini, og fyri dystirnar í vikuskiftinum varð hann valdur til vikunnar lið. Tað er aðru ferð í kappingarárinum, at Jóannes Bjartalíð er á einum slíkum, vísir bolt.fo á.

Hesaferð er tað fyri góða avrikið í 2-1 sigrinum á útivølli móti Ranheim. Jóannes Bjartalíð legði upp til 2-0 málið við frálíkum frísparksinnleggi, og sum tað sæst á hæddarpunktunum skapti nummar 14 hjá Fredrikstad fleiri málmøguleikar og var óheppin ikki at skora.

Sí eisini: Brandur skoraði sítt fyrsta mál fyri Fredrikstad

Bjartalíð kom á vikuliðið saman við millum øðrum liðfelagnum Sondre Sørlokk, ið stútaði frísparksinnleggið hjá føroyinginum í málið og eisini legði upp til málið hjá Brandi. Fredrikstad hevur sjey stig niður til strikuna, nú seks umfør eru eftir at spæla. Sunnudagin seinnapartin vitjar Raufoss.

[object Object]
Mynd: OBOS-Ligaen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder