Hondbóltur

Brandur skoraði sítt fyrsta mál fyri Fredrikstad

Og Jóannes Bjartalíð legði upp til hitt málið í sigrinum á Ranheim seinnapartin. Liðið hjá Mikkjali Thomassen er harvið nærri upflytingini.

Brandur Hendriksson skoraði leiðslumálið, tá ein tími var spældur (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson skoraði leiðslumálið, tá ein tími var spældur (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-23 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gongur væl hjá føroyingafelagnum Fredrikstad. Liðið við Mikkjali Thomassen sum høvuðsvenjara og Brandi Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð í hópinum er greitt oddalið í næstbestu norsku deildini. Eftir dystin - og sigurin - í dag eru bert seks umfør eftir og tíggju stig eru niður til 3. plássið. KFUM Oslo á 3. plássið 

1. og 2. plássið geva beinleiðis uppflyting, og hetta var sætti dystur á rað uttan ósigur hjá Fredrikstad.

Ein tími var spældur, tá Brandur Hendriksson Olsen legði Fredrikstad á odda. Hetta var fyrsta málið hjá skálvíkinginum í Frederikstad. Hann nýtti fyrstu mánaðirnar í felagnum at koma fyri seg eftir krossbandsskaða. 

Løtu seinni varð Brandur skiftur út, og í 72. minutti økti Sondre Sørlokk um munin fyri. Tað var Jóannes Bjartalíð, ið spældi allan dystin, sum legði upp.
Ranheim minkaði um munin løtu síðani við brotssparki, og tað endaði 2-1. 

Málini frá dystinum koma á hesa síðuna seinni í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder