Fótbóltur

Bjartalíð trívist væl í Fuglafirði

23-ára gamli klaksvíkingurin hevur skorað seks mál í seinastu sjey dystinum, sum hann hevur leikt í Fløtugerði.

Jóannes - her eftir at KÍ kom víðari í Europa League ímóti Riterai - Mynd: Sverri Egholm

Jóannes - her eftir at KÍ kom víðari í Europa League ímóti Riterai - Mynd: Sverri Egholm

2019-08-06 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ vann í gjár tryggan 3-0 sigur í Fløtugerði, og lyfti seg harvið frá 5. plássi uppá 1. pláss í Betrideildini. Hetta var sjeyndi sigurin hjá KÍ á rað í Fuglafirði í lands- og steypakapping. 

Jóannes Bjartalíð hevur seinastu árini verið ein lyklaleikari hjá klaksvíkingum. Í 2015 og í 2016 gjørdist hann ársins ungi leikari í Betrideildini, og áhaldandi menningin hevur millum annað ført við sær tvær landsliðsúttøkur seinasta árið.

23-ára gamli álopskendi leikarin hevur í ár skorað 10 mál í 15 dystum í Betrideildini, og er harvið nummar trý á toppskjúttalistanum. Samanlagt hevur hann skorað 64 mál fyri besta liðið hjá KÍ í øllum kappingum síðani byrjanina av 2015.

Seks av hesum málum eru komin í Fløtugerði. Í teimum seinastu sjey dystinum hjá klaksvíkingum í Fuglafirði, hevur Jóannes skorað seks mál. Í báðum dystunum í ár hevur hann eisini staðið fyri einum uppleggi. 

2019: 
0-3 (1 mál)
2-3 (1 mál)

2018: 
ÍF var ikki í Betrideildini

2017: 
1-4 (skoraði ikki - spældi ein hálvleik)
0-2 (1 mál - steypakapping)
(Seinni hetta árið skoraði Jóannes tvey mál ímóti ÍF á heimavølli) 

2016: 
1-3 (skoraði ikki) 
0-4 (2 mál - steypakapping)
0-4 (1-mál)

Tøl: FaroeSoccer


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder