Hondbóltur

Bjørk og Brynhild: - Stuttligt at spæla uttanfyri høvuðsstaðin og at syngja tjóðsangin

Høgri bakkurin og høgri vongurin komu væl inn í venjingardystin. Brynhild Pálsdóttir iðrar seg tó um, at skotið í seinasta sekundi rakti stongina. Bjørk Joensen sigur, at man millum annað ikki rann nóg væl heim eftir steðgin.

Brynhild Pálsdóttir í miðjuni (Andrei Antal / HSF)

Brynhild Pálsdóttir í miðjuni (Andrei Antal / HSF)

2024-11-22 22:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Báðar kasta við vinstru hond, og báðar komu inn móti endanum av fyrra hálvleiki í tepra tapinum fyri Svøríki.

20-ára gamla Bjørk Franksdóttir Joensen var síðani úti eina løtu í 2. hálvleiki aftur, men skoraði samanalgt trý mál og legði eisini upp til trý av høgra bakki.

21-ára gamla Brynhild Pálsdóttir skoraði uppá fýra av sínum seks skotum og varð javnsettur føroyskur toppskjútti. Tað seinasta skotið var eitt sindur spískt, bólturin rakti verjuspælaran, beint áðrenn H71-vongurin fekk bóltin, og skotið raktið stongina.

Hettað iðraði Brynhild seg um eftir dystin, men var hon væl nøgd við egna avrik, og heldur vongurin, at Føroyar avgjørt kunnu basa Svøríki í morgin - og tað hevur nakað at siga, hóast talan er um venjingardyst.

[object Object]20-ára gamla Bjørk Franksdóttir Joensen spældi umleið ein hálvleik samanlagt í Klaksvík. Hon skoraði trý mál og legði upp til trý

Bjørk staðfestir eisini, at dysturin var heldur rokaligur, og at Føroyar í sínum álopsspælið til tíðir komu ov tætt av svensku verjuni og góvu møguleikar til sjótálop hinvegin. Og so runnu vit ikki nóg væl heim, sigur Randers HK-spælarin, sum er uppvaksin í Neistanum.

Tær báðar, sum eru uppvaksnar í høvuðsstðarøkinum, settu eisini orð á upplivingina í Klaksvík við áskoðarunum og tjóðsanginum, har ljóðið varð kvett. 

Hoyr samrøðuna sum Portalurin hevði við teir báðar landsliðsspælararnar við at trýsta á bjálkan niðanfyri (3 mins) 

Les meira um dystin í Klaksvík í kvøld her: Svøríki var sterkari eftir steðgin og vann við einum

Sí eisini: Annika: Villur og kontra kosta okkum í kvøld (ljóð)

---------------------------------------------------------

Fyrri venjingardysturin undan EM-endaspælinum
Klaksvíkar Badmintonhøll, fríggjadagin 22. november
Føroyar - Svøríki B 27-28 (15-12)

Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 5-3
15 min: 7-5
20 min: 9-7
25 min: 13-8
30 min: 15-12
35 min: 17-14
40 min: 19-18
45 min: 20-20
50 min: 24-23
55 min: 25-26
60 min: 27-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Brynhild Pálsdóttir 4
Jana Mittún 4
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4 (2)
Lukka Arge 4 (3)
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Turið Arge Samuelsen 2
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Súna Krossteig Hansen 1
Bjarta Johansen 1
Annika Fríðheim Petersen 1 (kastaði í tómt mál)

Upplegg (umframt vunnin brotskøst, sum síðani góvu mál):
 
Jana Mittún 11
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Súna Krossteig Hansen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3

Bjargingar;
Annika Fríðheim Petersen: 8 bjargingar - eitt brotskast (spældi umleið 45 minuttir).
Rakul Wardum: 4 bjargingar (spældi umleið 15 minuttir)

Seinni EM-fyrireikingardysturin 
Á Skála, leygardagin 23. november
16.00: Føroyar  - Svøríki B
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder