2021-03-05 19:49
Um vikuskiftið verður aftur kapping í bogaskjóting á skránni, hesuferð í hølinum hjá Vágaskot í Miðvági, upplýsir Bogaskjótisamband Føroya.
Í morgin, leygardagin 6. mars, verður skipað fyri FM-kapping á 12 metra frástøðu fyri børnum og ungum.
Sunnudagin 7. mars verður tað eldru skjúttarnir, sum fara at kappast á 18 metra frástøðu.
Báðar kappingarnar byrja klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald