Annað

Bogaskjóting: Sjey ungdómsskjúttar kappaðust í Runavík

Ísakur Kristiansen vann compound, Hannis Reinert á Plógv vann recurve hjá dreingjum, og Lea Karina Heradóttir Haraldsen vann recurve hjá gentum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-21 10:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin var ungdómskapping á skránni í hølinum hjá Bogaskjótifelagnum Ørvur í Runavík.

Kappast var í 15 metra frástøðu, og sjey skjúttar luttóku – tveir compound og fimm recurve.

Kappast verður aftur seinnapartin. Tá eru tað tey eldru, sum skulu kappast í hølinum hjá Tambar í Havn.

Úrslitini frá leygardegnum gjørdust hesi:

Compound

Ísakur Kristiansen (Ø) – (266+257) = 523
Jan Tórur Joensen (Ø) – (231+214) = 445
Gullfinala
Ísakur – Jan Tórur : 135 – 77

[object Object]

Recurve dreingir

Hannis Reinert á Plógv (V) – (214+233) = 447
Johan Andriasarson Tegeder (V) – (217+200) = 417
Gullfinala
Hannis – Johan : 6 – 4

[object Object]

Recurve gentir

Hanna Ellefsen (V) – (253+229) = 482
Lea Karina Heradóttir Haraldsen (V) – (201+212) = 413
Natasja Emilia Reynskor (V) – (179+136) = 315
½ finala
Lea Karina – Natasja : 6 – 2
Gullfinala
Hanna – Lea Karina : 1 – 7

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder