Fótbóltur

Bogi verður aftur at síggja í reyðum

ÍF kunngjørdi umráðandi undirskrift gamlaárskvøld. 30-ára gamli miðvallarin við nærum 200 Betrideildardystum vendir aftur til barndómsfelagið í 2024.

Bogi Reinert-Petersen spældi seinast í barndómsfelagnum í 2021. Seinastu tvey árini hevur hann umboðað EB/Streym (Mynd: Sverri Egholm)

Bogi Reinert-Petersen spældi seinast í barndómsfelagnum í 2021. Seinastu tvey árini hevur hann umboðað EB/Streym (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-01 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- BOGI R. PETERSEN REYÐUR AFTUR

- Tað er við gleði at vit á ársins síðsta degi kunnu avdúka at avtala er gjørd millum Boga og ÍF fyri kappingarárið 2024.

Soleiðis skrivaði ÍF á Facebook-síðu sínari seint í gjárkvøldið. Bogi Reinert-Petersen er uppvaksin í felagnum og spældi seinast við barndómsfelagnum í 2021, tá ÍF flutti niður.

Síðani hevur Bogi spælt 45 dystir við EB/Streymi. Sterki miðvallarin hevur eisini umboðað Víking og HB, umframt Vejle og Kolding í Danmark. Fuglfirðingurin er skrásettur fyri ein A-landsdyst og eina rúgvu av U-landsdystum.

[object Object]
Bogi hevur verið lyklaspælari hjá EB/Streymi tvey tey seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Nú hava fuglfirðingarnir Georges Rouah og Bogi Reinert-Petersen sett sínar undirskriftir á sama pappír á kontórinum í nýggja ÍF-húsinum (Mynd: ÍF)

30 ára gamli Bogi Reinert-Petersen fer nú aftur at hava heimavøll í Fløtugerði. Bogi hevur higartil spælt 187 dystir og skora 24 mál í bestu deildini, sum ÍF framhaldandi ætlar sær at halda sær í.

Higartil hevur ÍF eisini fingið áleyparan Uros Stojanov aftur til felagið. Av teimum uttanfrá hevur stinni argentinin Elvio Gelmini longt sáttmálan, og greitt er millum annað eisini, at liðformaðurin Karl Løkin heldur fram.

Tøl: FaroeSoccer
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder