EM 2020 er skipað á tann hátt, at 24 lond eru deild í 6 ymiskar bólkar. Nummar eitt og tvey og teir fýra bestu trý’ararnir koma víðari til áttanapartsfinalurnar. Soleiðis var eisini í 2016 – munurin hesaferð er, at tað eru heili 12 ymiskir vertstjóðir/býir. Orsøkin er, at tað eru 60 ár síðani, at EM var hildið á fyrsta sinni, og UEFA ynskir at spreiða hetta ”hátíðarhaldið” kring stórar partar av Europa.
Nú er endaliga greitt, hvussu bólkadeilingin er. Rekkjufylgjan niðanfyri er ikki eftir styrkismeting, men tað sum trekt var í mun til nær liðini hittast - t.v.s at til dømis byrjar Danmark móti Finnlandi, spælir síðani móti Belgia í øðrum dystinum og Russlandi í triðja (Vertsbýirnir eru í klombrum):
Bólkur A (Rom og Baku):
Turkaland
Italia
Wales
Sveis
Her verður byrjanardysturin, og Italia hevur heimavøll í øllum sínum dystum. Harvið er ”Gli Azzuri” stórfavorittur at vinna bólkin, ið annars er opin.
Bólkur B (Sankta Pætursborg og Keypmannahavn):
Danmark
Finnland
Belgia
Russland
Dreymurin hjá dønum er gingin út: Heimavøll í øllum trimum dystunum og byrjað móti Finnlandi. Finnar spæla sín fyrsta dyst í einum endaspæli í Parkini. Tað er enn ikki 100 prosent avgjørt, hvussu er við Russlandi, tí ein dopingsak hongur yvir russiskan ítrótt. Belgia er ein av størstu favorittunum at vinna kappingina
Bólkur C (Amsterdam og Bukarest):
Holland
Ukreina
Eysturríki
Vinnarin av Deild D í Nations League/playoff dystunum í mars (Um Rumenia vinnur Deild A, koma rumenar í hendan bólkin, og fáa so heimavøll í tveimum dystum – í so fall fer vinnarin av Deild í bólk F)
(Deild D: Georgia, Hvítarussland, Norður Makedónia, Kosovo)
Holland er endliga aftur í einum endaspæli, eftir næstan seks ára steðg. Hollenska liðið er eisini stórfavorittur at vinna bólkin
Bólkur D (London og Glasgow):
Ongland
Kroatia
Vinnarin av Deild C í Nations League/playoff dystunum í mars
Kekkia
(Deild C: Skotland, Ísrael, Noreg og Serbia)
Ein bólkur, har HM-finalistarnir og liðið ið endaði á 4. plássið, kunnu væntast at taka 1. og 2. plássið. Ongland er á heimavølli, og finalan í kappingini verður á Wembley: Tey droyma stórt rundanum Southgate og co. Noreg kemur í hendan bólkin, um liðið vinnur sínar dystir í mars.
Bólkur E (Bilbao og Dublin):
Spania
Svøríki
Pólland
Vinnarin av Deild B í Nations League/playoff dystunum í mars
(Deild B: Bosnia-Hersogovina, Norður Írland, Slovakia og Írland)
Ein sera spennandi bólkur, har millum annað nummar eitt og tvey í okkara undankappingarbólki eru við. Spaniólar, ið hava verið eitt vónbrot trý endaspæl á rað vunnu EM í 2012 og 2008, og koma allarhelst víðari. Tað er púra opið millum hini liðini
Bólkur F (Munchen og Budapest)
Týskland
Frakland
Portugal
Vinnarin av deild A í Nations League/playoff dystunum (Um Rumenia vinnur hetta, fer liðið í bólk C, har rumenar so fáa heimavøll í tveimum dystum)
(Deild A: Ísland, Rumenia, Bulgaria og Ungarn)
Ísland fær av álvara munnin fullan, um landið spælir seg til sítt triðja endaspæl á rað komandi mars. Evropameistararnir, heimsmeistararnir og vertirnir ið so at siga altíð standa seg væl í endaspølum eru tey trý, ið eru komin uppá pláss. Stórveldi í fótbólti og ein dynamittbólkur har stórdystir eru fyri framman.
Les eisini: Ísland skal dystast við Rumenia - yvirlit yvir playoffs
Fyrsti dystur í endaspælinum verður leiktur í Rom 12. juni 2020. Hann verður millum Italia og Turkaland. Bólkaspælið koyrir í 12 dagar. Finalan verður á Wembley 12. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald