Fótbóltur

Ísland skal dystast við Rumenia

Fyri at koma til EM-endaspæli skulu íslendingar fyrst basa rumenum í Reykjavík og síðani Bulgaria ella Ungarn á útivølli - nú er greitt, hvussu hálvfinalurnar í Nations League/play-offs síggja út.

Brandur Hendriksson, sum hevur spælt í íselendskum fótbólti seinastu tvey árini, og hinir á føroyska liðnum vitjaðu í Rumenia í mars. Komandi mars vitja rumenar á Laugardalsvøllinum, har atgongd til EM er uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson, sum hevur spælt í íselendskum fótbólti seinastu tvey árini, og hinir á føroyska liðnum vitjaðu í Rumenia í mars. Komandi mars vitja rumenar á Laugardalsvøllinum, har atgongd til EM er uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-22 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20 lond hava í 2019 spælt seg til EM-endaspælið, sum verður kring Evropa komandi summar. Fýra pláss eru eftir, og 16 lond eru við í stríðnum um tað.

Tað verður avgjørt seint í mars 2020, tá Nations League kemur heilt at enda (Portugal vann kappingina í summar), og tað verða play-off dystirnir hesaferð.



(Uppbyggingin kann vera heldur torskild - her er ein frágreiðing frá UEFA)


Fyri at koma til EM skal eitt lið vinna tveir dystir: Eina hálvfinalu (bert ein hálvfinala verður leikt) og síðani eina finalu. Í dag varð milum annað trekt um, hvør hevur heimavøll í finaluni: 

Deild A:
Ísland - Rumenia
Bulgaria  - Ungarn (vinnarin heimavøll í finaluni)

Deild B:
Bosnia-Hersogovina – Norður Írland (vinnarin heimavøll í finaluni)
Slovakia – Írland

Deild C:
Skotland – Ísrael
Noreg – Serbia (vinnarin heimavøll í finaluni)

Deild D:
Georgia – Hvítarussland (vinnarin heimavøll í finaluni)
Norður Makedónia – Kosovo

Hálvfinalurnar verða leiktar 26 mars og finalurnar 31 mars. Kosvo vann okkara bólk í Nations League er bert tveir sigrar frá sínum fyrsta endaspælið. Norðmenn gjørdu greitt áðrenn dystin á Ullevaal fríggjakvøldið, at høvuðsfokus var fyririeking til dystin móti Serbia. Hann verður á júst Ullevaal, og Noreg fær eisini heimavølll í finaluni, um liðið spæir seg í hana.

[object Object]
Joshua King og Noreg hava eina spennandi uppgávu fyri framman í Oslo í mars (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Føroyska liðið vitjaði í Kosovo í september í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Ísland skal framvið Rumenia, ið basti Føroyum við trimum málum fyrr í ár. Síðani bíðar ein finala á útivølli. Íslendingar skulu royna at koma til sítt triðja endaspæl á rað. Miðalaldurin er høgur, og nógv er uppá spæl. Ísland er einasta liðið, ið var í deild A í Nations League, sum ikki spældi seg til EM gjøgnum undankappingina í ár.

[object Object]
Tá Ísland hevur verið til endaspæl hevur lív verið í á trappuni í Vágsbotni (Mynd: Sverri Egholm)

Næsta leygardag verður lutakast í Bukarest um bólkabýti til sjálvt EM-endaspæli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder