
FSF boðar frá, at seinasta hond nú verður løgd á kappingarskránna fyri 2020.
Talan verður um eina drúgva kapping, sum í roynd og veru byrjar um mánaðarskiftið februar-mars. Eina viku seinni skulu øll liðini í bestu mansdeildini í eldin, tí sunnudagin 8. mars fer bólturin aftur á rull í Betri Deildini hjá monnum. Tvær vikur eftir hetta byrjar landskappingin hjá kvinnum.
Seinasta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður eftir øllum at døma spælt 17. oktober, meðan síðsta umfar hjá monnum verður leygardagin 31. oktober 2020.
Síðsta umfar í fyrru hálvu hjá monnum verður spælt 27. juni, meðan fyrstu dystirnir í seinnu hálvu verða spældir 26. juli. Summarsteðgurin hjá kvinnum verður frá 28. juni til 2. august.
KÍ, B36, NSÍ og HB skulu spæla evropeiskar dystir í summar. Føroyameistararnir KÍ í Champions League - hini trý liðini í Europa League. Kvinnurnar hjá KÍ eru aftur við í Champions League, ið verður leikt í august.
Hjá monnum verður eins og seinastu 15 árini talan um 27 umfar - tríggjar dystir óti hvør øðrum. Hjá kvinnum er NSÍ við sum nýtt lið, og tey seks liðini skulu spæla fýra ferðir móti hvør øðrum. Tað gevur 20 dystir ístaðin fyri 16, ið leisturin var í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald