Annað

Borðtennis: Hesi vóru best í Grand Prix-kappingunum

Fimta og seinasta Grand Prix-umfar varð spælt í høllini í Trongisvági. 34 leikarar luttóku, og hetta er hægsta luttakaratalið í einari GP-kapping hetta kappingarárið.

Í meistaradeildini hjá monnum hevur eingin ivi verið hetta kappingarárið. Hallur Thorsteinsson hevur verið greitt besti leikarin, og tað sló hann rimmar fast sunnudagin, tá hann enn einaferð vann allar dystirnar 3-0

Í meistaradeildini hjá monnum hevur eingin ivi verið hetta kappingarárið. Hallur Thorsteinsson hevur verið greitt besti leikarin, og tað sló hann rimmar fast sunnudagin, tá hann enn einaferð vann allar dystirnar 3-0

2024-02-28 17:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin varð fimta og seinasta Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági. Sostatt er Grand Prix-kappingarárið í borðtennis nú komið at enda, og vinnarar eru funnir og heiðraðir í øllum aldursbólkum.

34 leikarar luttóku hesaferð, og tað er hægsta luttakaratalið í einari Grand Prix-kapping hetta kappingarárið. Miðal luttakaratalið hevur hetta kappingarárið verið 30 leikarar, og tað er útvið átta leikarar fleiri í miðal enn í fjør.

Tað var tætt í fleiri aldursbólkum undan avgerandi umfarinum, men í meistaradeildini hjá monnum hevur eingin ivi verið hetta kappingarárið. Hallur Thorsteinsson hevur verið greitt besti leikarin, og tað sló hann rimmar fast sunnudagin, tá hann enn einaferð vann allar dystirnar 3-0, og - eins og seinast - vann hann finaluna 3-0 á Tór-liðfelaganum, Fróða Fríðasyni Jensen.

Hjá kvinnum vann Anja Wongwai úr TBF gull. Hon hevur ikki havt nógva mótstøðu hetta kappingarárið, eitt nú tí liðfelagi hennara, Britt Michelsen, er flutt av landinum í lestrarørindum. Anja setti tó eitt flott punktum í síðstu kappingini, har hon í A-bólkinum í gjár megnaði at gerast nummar tvey í sínum bólki, eitt nú við sigri á Ára Fríðasyni Jensen, sum fekk bronsu í meistaradeildini hjá monnum.

Í yngru deildunum var eitt nú sera tætt hjá smádreingjum, har einans fá stig skiltu teir báðar Tór-leikararnar, Brand Bárðarson Johannesen og Suna á Lava. Her var tað Brandur, sum endaði ovastur og vann gull væl hjálpt av einum flottum 3. plássi í B-bólkinum.

Hjá pinkum hava seks leikarar kappast hetta kappingarárið. Tað er greitt fleiri enn undanfarin ár, og tað er at fegnast um, at luttakaratalið á kvinnusíðuni er økt so mikið ímillum heilt ungu leikararnar. Hetta skuldi boðað frá góðum fyri framtíðina.

Tvær borðtennis-kappingar eru eftir at spæla hetta kappingarárið. FM fyri ung verður í Trongisvági 15. - 16. mars, og FM fyri vaksin verður í Tórshavn 5. - 6. apríl. Onnur spennandi tiltøk eru tó eisini á skrá, og eitt nú fara 9 leikarar á ungdómslandsliðnum á venjingarlegu í Íslandi um smáar tvær vikur.

Niðanfyri síggjast samlaðu Grand Prix-vinnararnir hetta kappingarárið, og niðast í greinini eru úrslit frá gjárdagsins 5. Grand Prix-umfari.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Grand Prix-vinnarar 2023/2024

Smápinkur:
1. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
2. Bára Sørensen (TBF)
3. Kaja Thomsen (TBF)

Smápiltar:
1. Baldur Garðshamar (TBF)

Piltar:
1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
2. Rasmus Bárðarson Johannesen (Tór)
3. Filip Restorff (Tór)

Smágentur:
1. Hadassa S. Christiansen (Tór)

Smádreingir:
1. Brandur Bárðarson Johannesen (Tór)
2. Suni á Lava (Tór)
3. Pumin Poulsen (TBF)

Gentur:
1. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

Dreingir:
1. Ólavur Hammer (TBF)
2. Jákup Margar Debess (Tór)
3. Poul Knút Poulsen (TBF)

Kvinnur:
1. Anja Wongwai (TBF)

Menn:
1. Hallur Thorsteinsson (Tór)
2. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
3. Ári Fríðason Jensen (Tór)

--

Allar myndir av heiðursmerkjavinnarunum síggjast á heimasíðuni hjá Borðtennissambandi Føroya

Úrslit - Grand Prix, 5. umfar
 
Bólkur A - endaspæl
 
Finala:
Hallur Thorsteinsson - Fróði F. Jensen 3-0
 
Hálvfinalur:
Hallur Thorsteinsson - Ólavur Hammer 3-0
Fróði F. Jensen - Anja Wongwai 3-0
 
3.- 4. pláss:
Anja Wongwai - Ólavur Hammer 1-3
 
5. - 6. pláss:
Ári Fríðason Jensen - Rasmus Teitsson í Skorini 3-0
 
7. - 8. pláss:
Jákup Debess - Hans Jacob Gaard Petersen 3-2
 
Bólkur B:
Poul Knút Poulsen (TBF)
Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
Brandur Bárðarson Johannesen (Tór)
Edvard Faa Nårstad (TBF)
Hadassa S. Christiansen (Tór)
Suni á Lava (Tór)
Rasmus Bárðarson Johannesen (Tór)
Gudmund Djurhuus (TBF)
 
Bólkur C:
Tummas Wilhelm (Tór)
Viljar Dulavík (Tór)
Filip Restorff (Tór)
Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
Pumin Poulsen (TBF)
Geiri Poulsen Augustinussen (TBF)
Dávið Jákupsson Hansen (Tór)
 
Bólkur D:
Levi Simonsen (TBF)
Benjamin Simonsen (TBF)
Liam Steinkross (TBF)
Baldur Garðshamar (TBF)
Julia Tausen Larsen (TBF)
Kaja Thomsen (TBF)
 
Bólkur E:
Rúnar Gunnarsson (TBF)
Bára Sørensen (TBF)
Angelina Øster (TBF)
Jens Jón Johannesen (TBF)
Johanna Midjord (TBF)

Borðtennissamband Føroya - Allar myndir av heiðursmerkjavinnarunum síggjast á heimasíðuni hjá Borðtennissambandi Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder