Fótbóltur

Børn og ung á breddan 3. og 4. mars

Árliga ráðstevnan hjá FSF um barna- og ungdómsfótbólt verður fríggjadagin 3. og leygardagin 4. mars.

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2023-01-29 14:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Aftur í ár skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt. Málbólkurin eru allir barna- og ungdómsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er, at viðkomandi hevur áhuga fyri barna- og ungdómsvenjingum.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsfótbólti.

Á skránni verða fyrilestrar og venjingar, og umframt framløgur og annað føroyskt tilfar, verður høvuðsnavnið á ráðstevnuni hesaferð Kris Van Der Haegen úr Belgia.

59 ára gamli belgiarin hevur UEFA Pro venjaraprógv, og arbeiðir í dag sum útbúgvingarstjóri hjá belgiska fótbóltssambandinum, har hann saman við øðrum hevur bygt fótbóltskonseptið, ið hevur uppalt óteljandi fótbóltsstjørnur.

Umframt at standa á odda fyri belgisku venjaraútbúgvingini, er Kris Van Der Haegen eisini virkin sum undirvísari hjá UEFA, og síðani hann í 2008 byrjaði í starvinum hjá belgiska fótbóltssambandinum, hevur Kris verið venjari hjá fleiri av ungdómslandsliðunum, og síðstu fimm árini hevur hann verið hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum.

Freistin at boða frá luttøku og at bíleggja gisting er mánadagin 20. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder