Botnbrak á Argjum og nýggj byrjan hjá Víkingi

TB vitjar Inni í Vika og kann leggja sjógv ímillum seg og AB. EB/Streymur tekur ímóti liðnum hjá Jóhan Peturi Poulsen.

AB og TB skulu stríðast um sera týdningarmikil stig (Mynd: Sverri Egholm)

AB og TB skulu stríðast um sera týdningarmikil stig (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-13 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Betrideildini verða bríkslaðir í gongd klokkan 15.00.

Á Argjum er týðandi botnuppgerð á skránni. AB er í løtuni á plássinum, ið hevur við sær ein upp- og niðurflytingardyst. Um argjamenn vinna sín fyrsta sigur í ár, kemur liðið undir liðuna á júst TB. Tvøramenn vunnu móti Skála stutt fyri landsliðssteðgin, og kunnu nú av álvara fáa luft til botnin. Tá TB og AB hittust fyrst í august á Argjum endaði tað 0-0.

Í dag er nýggjur maður við róðrið hjá Vìkingi. Talan er um Jóhan Petur Poulsen, sum hevur avloyst Eyðun Klakstein. Klaksvíkingurin varð uppsagdur 1. september - ikki orsakað av úrslitum men tí at tað sambært felagnum gongur ov seint við at seta ungar leikarar til. Í hesum sambandi er samstarvið við Vukasin Tomic eisini endað.

[object Object]
Brandur Jacobsen og Jóhan Petur Poulsen (Mynd: Víkingur)

Í dag skal Víkingur royna seg ímóti EB/Streymi. Bæði liðini hava vunnið sínar tríggjar seinastu dystir: Hjá teimum úr Eysturkommunu hevur talan verið um 2-1 sigrar á útivølli - hjá EB/Streymi hevur talan verið um sigrar á liðunum rundanum seg, og liðið hjá Jákup Martini Joensen er nú eitt stig aftanfyri ÍF, ið er nummar seks, og er burtur frá niðurflytingarvanda. Seinast liðini hittust vann Víkingur heili 6-0. 21. juni vunnu teir í ljósabláum 2-0 við Margáir, har málini komu seint í dystinum.

[object Object]
Frá 2-0 dystinum 

19. umfar í Betrideildini
Sunnudagin 13/9
15.00: AB - TB
           EB/Streymur - Víkingur


Vit dagføra frá dystunum og taka samanum aftaná

Úrslitini i gjár (17. umfar):

Við Løkin 12.09 - fluttur frá 23.08
NSÍ - B36 4-2 (3-0)
34' Petur Knudsen 1-0
36' Sjálvmál 2-0
41' Klæmint Andrasson Olsen (br.) 3-0
59' Petur Knudsen 4-0
67' Ragnar Samuelsen 4-1
70' Sjálvmál 4-2

NSÍ setti B36 uppá pláss
Myndir: NSÍ - B36
(Video) Michal: Noyddir at taka okkum saman
(Video) Troest: Nú hanga vit eitt sindur í

KÍ - HB 2-1 (0-0)
Við Djúpumýrar 12.09 - fluttur frá 23.08
49' Jóannes Bjartalíð (Patrik Johannesen) 1-0
55' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Bjartalíð) 2-0
75' Mikkel Dahl 2-1 (Adrian Rúnason Justinussen)

KÍ blásti nýtt lív í oddastríðið
Myndir: KÍ - HB
(Video) Heini Vatnsdal: Fortjent at vinna á HB
(Video) Teitur Gestsson: Nakrar metrar aftanfyri í dag

Støðan í Betrideildini
1. HB 46 stig 
2. KÍ 44 stig 
3. NSÍ 38 stig 
4. B36 37 stig *
5Víkingur 32 stig 
6. ÍF 20 stig
7. EB/Streymur 19 stig
8. TB 10 stig
9. AB 7 stig
10. Skála 2 stig *

*Ein dyst færri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder