Eftir eina ógvuliga spennandi og dramatiska NFC-finalu, har longd leiktíð, eitt langt field goal og ein sera umstrídd dómaraavgerð settu sín dám á, var lagt upp í eldin til ein spennandi dyst afturat.
Les meira: Los Angeles Rams vann eftir yvirtíð í New Orleans
Í Kansas tók liðið við flest sigrum í AFC í ár ímóti Patriots, ið var í sínari áttandu AFC-finalu á rað. Patriots vístu eisini sína rutinu og domineraði 1. hálvleik í kuldanum við einum professionellum innsatsi. Útiliðið var á odda 14-0 í hálvleikinum, og helt harvið tí eksplosiva álopinum hjá Chiefs við Patrick Mahomes á odda niðri.
Men í 2. hálvleiki fingu Mahomes og co veruliga ferð á. Í seinasta fjórðinginum skoraðu Chiefs 24 stig, har Damien Williams fekk øll touchdownini (tvey eftir kast frá Mahomes og eitt har at hann rann sjálvur inn) Patriots svaraðu tó aftur við tveimum touchdowns, har Tom Brady gekk á odda við góðari hjálp frá sínari linju. Chiefs fekk javnað í seinastu løtu við einum sparkið, og so var aftur yvritíð.
Har fekk útiliðið bóltin fyrst, og 41-ára gamli Brady, ið hevur vunnið Super Bowl fimm ferðir, stýrdi liðnum oman eftir vøllinum. Chiefs-verjan fekk ikki steðgað Patriots, so at bólturin kundi koma í hendurnar á Mahomes, og eins og í seinasta fjórðinginum, tá Patriots løgdu seg á odda aftur, var tað Rex Burkhead, ið rann bóltin inn.
Harvið er Patriots fyri fjórðu ferð uppá fimm ár í Super Bowl, og Brady og Belichick kunnu vinna heitið fyri sættu ferð. Lagt er upp til eina sera spenanndi uppgerð í Atlanta tann 3. februar, tá Patriots og Rams bresta saman.
AFC-finalan
Arrowhead leikvøllurin
Kansas City Chiefs - New England Patriots 31-37 (31-31 eftir vanliga leiktíð)
Annað
Brady og Patriots gjørdu tað aftur
Fyri triðju ferð á rað og fyri níggjundi ferð í hesari øldini er liðið hjá Bill Belichick í Super Bowl. Tað skuldi longd leiktíð til ímóti Chiefs.
Tað rakk akkurat ikki hjá Chiefs ímóti Brady og Patriots (Mynd: EPA)
2019-01-21 13:23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald