Fótbóltur

Brak við Djúpumýru í kvøld

KÍ og B36 bresta saman klokkan 18:30 í landskappingini hjá monnum. Vinna klaksvíkingar, er FM-heitið at kalla tryggjað.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-01 15:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórur dystur í Klaksvík í kvøld. Øll hini liðini í Betri deildini hjá monnum hava leikt 20 dystir, men nú skal javnvág fáast í stigatalvuna, tá KÍ og B36 bresta saman klokkan 18:30.

Hjá KÍ hevur gingið sum tað skal síðani Conference League í summar. Fimm sigrar eru tað blivnir til síðani á ólavsøku og klaksvíkingar liggja greitt ovast í deildini við 55 stigum, og seks stig eru niður til Víking á øðrum plássið.

Og við sigri í kvøld kann munurin gerast enn størri og at kalla tryggja KÍ meistaraheitið, tí so gerst munurin heili níggju stig.

Hjá B36 hevur gingið heldur striltið eftir væleydnaðu evropaluttøkuna. Teir hvítu úr Gundadali stríðast við EB/Streym um fjórða plássið og trý stig høvdu tí komið væl við í kvøld. 

Tað verður tó uttan skjóta Martin Agnarsson, at B36 skal royna at vinna á KÍ. Árstalsfelagið kunngjørdi í gjárkvøldið, at 18 ára gamli havnardrongurin er seldur til Viborg FF.

Les eisini: Viborg FF sær møguleikar í Martin Agnarssyni

Dystarbríksl verður klokkan 18:30.

Televarpið stroymir dystin á R5 og FM1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn.

KÍ - B36 (Kl. 18:30)

---

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 55 stig*
2. Víkingur 49 stig
3. HB 43 stig
4. B36 29 stig*
5. EB/Streymur 27 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. NSÍ 19 stig
8. B68 17 stig
9. AB 17 stig
10. Skála 8 stig

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder